Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugburðsbroyting má til

John William Joensen

Høvuðsvinna okkara, fiskivinnan, má hava góðar karmar at virka undir.

Í okkara landið er tað tíverri blivi so gali, at tað, at velja sær arbeiði í fiskivinnuni, kanska serliga uppi á landi, eitt nú á einum flakavirkið, nei tað er tað seinasta, ið ein velur sær, tað skal alt annað roynast áðrenn. 

Tað er alt ov gali, at tað er so í okkara landið. Vit vita væl, at vit hava bert hetta eina beinið at standa á, og tað er tað sum kemur havinum. 

Her má ein hugburðsbroyting til og tøkk eiga tit uppiborna, ið stríðast og strevast á virkjum runt um í okkara landið, tit eru við til at draga tað stóra lessið, ið er ein umráandi partur fyri okkara lítla land, og er tað tí ómetaliga neyðugt at hesin parturin hevur góðar umstøður at arbeiða undir.

Gransking
Hesi síðstu árini hevur verið nógv tosað um gransking, eisini innan fiskivinnuna. Vit sum fiskivinnutjóð skulu sjálvandi vera við í hesum. 

Tá ið tosað verður um gransking, tosa vit eisini um pengar, og ofta er tað her ið tað botnar.

Seinastu árini hava ymiskar verkætlanir verið uppi at vent, um m.a. at útvinna so nógv úr fiski sum gjørligt, og eisini innvøl, og fáa ymiskar dýrar vørur úr hesum, og hetta hevði eisini havt við sær, at einki bleiv koyrt útaftur í havið. Her kundi verið ein møguleiki, í hvussu er fyri tann partin av flotanum sum avreiður dagliga, bara at blóðga fiskin í ísvatn, og havt hann inn við til at kryvja uppi á landi. 

So fingu vit allan innvølin við, og eisini rognini, tá ið tann tíðin er. Tað verður so ofta sagt, at ov lítið av rognum kemur upp á land.

Vit siga ofta, at vit eru nummar eitt tá ið tað kemur til havið og tað sum tað gevur, men eisini her eru vit afturúrsigldir, tí hetta hava m.a. íslendingar gjørt í nógv ár.

Nei, skulu vit fylgja við teimum sum vit mangan samanbera okkum við, so mugu vit seta meiri pening av til hesi tingini, og ikki sum tað mangan hevur verið, at ein góð verkætlan er komin undan kavi og er nóg illa komin niður á papíri, ja so er játtanin uppi, og síðani dettur alt niðurfyri.

Sum eitt av valevnum sambandsflokksins, fara eg at virka fyri, at okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, bæði á sjógvi og á landi, hava so góð kor at virkað undir sum gjørligt, tí at vit hava enn bert hetta eina beinið at standa á.

Við ynski um eitt Harrans vælsigna nýggjár 

Gott val 
John Kári Jacobsen (Valevni fyri Sambandflokkin)