Gomlu neystaeigarnir riknir burtur!
Menn eru nú farnir at byggja nýggj neyst beint norðan fyri gomlu neystini á Bumshamri.
Tá ífyllingin skuldi gerast norðan fyri Noðborg, fingu táverandi neystaeigara at vita, at teir máttu tøma neystini, tí neystini skuldu takast burtur.
Hvør eigari fekk tá 30. 000 kr, sum endurgjald fyri neysti.
Men kommunan gjørdi øllum eigarunum greitt, at als ongar neystagrundir vóru tøkar í Kommununi.
Hvussu ber tað so til, at nýggj neyst verða bygd beint norðanfyri gomlu neystini??
Hví skulu aðrir menn fáa framíhjá rættindi, uttan at spyrja gomlu eigarnar, um teir ynskja at byggja av nýggjum??
Ein sera løgin framferð.
Er ikki líkarættur´galdandi, ella hvussu hanga tingini saman??
JJ




