Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mítt hjartamál: Eingin skattur av ivirtíð

John William Joensen

Tað er gott samfelagssinni at gjalda skatt við gleði, men ein neilig skattaskipan er tyngjandi fyri borgaran í einum landi.

Skattur.
Tað er gott samfelagssinni at gjalda skatt við gleði, men ein neilig skattaskipan er tyngjandi fyri borgaran í einum landi.
Verandi skattaskipan fremur ikki á nakran hátt virkisfýsni borgarans.
Tí mangla vit arbeiðsmegi í landinum.

Samfelagsskylda.
At rinda skatt er ein samfelagsskylda, men hvussu langt strekkir henda skyldan?

Tá vit hava goldið skatt av 8 tímars arbeiðsdegi, hava vit so ikki gjørt skyldu okkara?

Tá ein borgari av eini ella aðrari grund velur at arbeiða útyvir 8 tímar dagliga, eigur samfelagið tá at krevja hann eftir hægri skatti, av hesi mangan súrt tjentu upphædd?

Arbeiðsmegi.

Um vit høvdu eina skattaskipan sum innibar, at vit rindaðu skatt av 8 tímars arbeiðsdegi og at alt arbeiði útyvir tað kom arbeiðaranum sjálvum tilgóðar, so manglaðu ikki virkisfýsnar hendur í landinum!

Vinnuframi.
Ein tílík skattaskipan kann vera ein munagóð vinnuframaskipan, við tað at so nýtast virkini ikki at gjalda ivirtíðarsats. Arbeiðarin sum í 8 tímar rindar skatt av síni inntøku, fær alla tímalønina harútyvir óskerda!

Kappingarføri hjá føroysku vinnuni vil við hesi skipan gera eitt risalop rætta vegin.

Hevur hetta tín áhuga.
Um so er, at hetta hevur tín áhuga, so gev mær stuðul tín til at arbeiða víðari við málinum og fremja tað í verki.
Eg eri eitt av valevnum sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið 19.januar.

Tín atkvøða – mín styrki.
Sámal Petur í Grund