Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin er varðin og vitin!

(Hannefía Joensen)

Síðani fyrstu forfedrar okkara funnu neistan og kyndu eldin, hava øll ættarlið síðani, eftir førimuni roynt at lagt afturat vitanarvarðanum.

Læra, vitan og skúling, gjørdust grundarsteinurin undir allari framkomnari sivilisatión, og er tað framvegis. Øll tjóðarbygging sprettur úr kunnleikans rót. Tíbetur. Men vit eiga ikki at steðga við varðan.

Føroyar eru helst tað landið í heiminum, sum uppá styttstu tíð hevur flutt seg frá einari avbyrgdari og ópplýstari støðu, til í dag at vera eitt upplýst rættarsamfelag. Soleiðis sæð í víðum sjónarringi. Vit eiga tí at byggja á tað, sum vit hava laðað, men tráanin skal altíð røkka framvendandi ljósglæmuni frá vitanum. Tí leitanin eftir vitan, er vegurin at velja. Hjá okkum øllum.

PISA
PISA-kanningarnar purraðu okkum út. Um tær eru rætti mátin at seta okkara vitan í perspektiv, skal ikki verða avgjørt av mær. Men tær lótu eyguni upp. Eisini hjá okkum, sum hildu okkum hyggja. Ella hildu okkum vita. Tí møguliga vóru vit steðgaði við varðan, og tað sum vit hildu okkum hava laðað uppá hann. Møguliga hevði kenslan av vitan, eina løtu, vunnið á tráanini eftir vitan. Og júst tí vóru Pisa úrslitini sera góð fyri hvørt kykt í landinum, hóast úrslitini standa veik í altjóða glæmuni.

Hvat er ikki vitan?
Alt okkara samfelag er hylt í vitanarvarðanum. Eisini tey økini, sum vit av misgávum ikki halda vera vitanartung. Eitt nú fiskivinnan. Hon er hávitan, bæði á sjógvi og landi. Ella byggivinnan. Júst í somu støðu. Ella bankavinnan. Veiða, skipan og fígging. Ella mentanin? Tí tað ber snøgt sagt ikki til í dagsins samfelag, at tilrættisleggja nakað slag av virksemi, uttan eina grundleggjandi skúling aftanfyri. Og tey krøvini koma bara at herðast við tíðini.

Tilfeingið er her
Haldi at Gandhi segði tað nøkulunda soleiðis, um analfabetismuna í India. Døm ikki eitt fólk, eftir tí tað veit, men døm tað eftir møguleikanum, tað hevur havt, at ogna sær vitan. Júst hesin boðskapur er bjargingin. Tí tilfeingi er ovmikið av. Eingin í Evropu fær so nógv børn sum vit Føroyingar. Vit skulu hjúkla um tað dýrabarasta tilfeingið vit eiga. Børnini. Geva teimum møguleikar at ogna sær læruna, og at vinna sær vitanina.

Byggja skúlar og menna útbúgvingar
Okkara uppgáva sum politikkarar, er tí at byggja nýggjar og tíðarhóskandi skúlar. Men vit skulu eisini steðga á við Læraraskúlan og aðrar útbúgvingarstovnar. Er her tørvur á útpurring? Tora vit at venda ljósglæmuni inneftir? Tað er okkara skylda. Tí, tá vísa vit, at vit flyta okkum frá varðanum, til glæmuna frá vitanum, sum leitar fram á leið.

Fyri fólk og tjóð!

Páll á Reynatúgvu,
løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi.