Tað er ongin yvir um, at mammografi screeningar kunnu bjarga lívi.
Tað skulu góðar treytir til fyri, at mammografi skreening skal geva góð úrslit. Neyðugt er við útbúgving og serstøkum tólum har ein bólkur av røntgenlæknum, skurðlæknum, onkologum og patologum og øðrum starvsfólki, í tøttum samarbeiði og regliligum fundum kunnu menna og halda skipanini við líka.
Tað er bert Landssjúkrahúsið sum kann fáa hetta at bera til. Órógvaðar kvinnur mugu fáa skjóta og kvalificeraða informatión og møguleika fyri skjótari kanning og viðgerð. Til hetta krevst ein serliga vælskipað rutina, sum alla tíðina er virkin.
Við eini miðvísari minni íløgu, útbúgving og starvsetan skuldið tað verið gjørligt, at ment eina skipan á Landssjúkrahúsinum innan eitt til tvey ár soleiðis, at kvinnur í føroyum fáa somu møguleikar sum í okkara grannalondum.
Vinarliga – Jákup Petersen
www.jakupp.fo
valevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið




