Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Affskaffa bleytu virðini

John William Joensen

Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg fyrstu ferð hugtaki “bleytu virðini” tó veit eg ikki hvør hevur funni uppá hetta hugtak.

 Í hesum valstríðnum eru “bleytu virðini” vorðin nakað, ið øll mugu siga nakað um, og hava eina støðu til. Haldi sjálv, at hetta at tosið um bleyt og hørð virðir, sigir nakað um hvussu avskepla umboðanin í okkara samfelag, har avgerðirnar skulu takast, er. Tað er, sum um, tosað verður um okkum og hini.

Mín dreymur er, at vit fara at fáa eitt løgting har kynsumboðanin er so jøvn, at ikki er neyðugt at tosað um bleyt og hørð virðir. Ístaðin fara vit at tosa um, og royna at betra alt samfelagi, ikki antin skúlar ella tunnlar. Vit fara at hugsa um alt samfelagi, bæði geografiskt og í mun til, hvat skal til fyri at menna samfelagi og útbyggja vælferðina.

Sum kvinna, kennir ein seg koyrdan í bás, tí sjálvandi hevur tú áhuga og støðu til sonevndu bleytu virðini, tá ið tú er kvinna. Nú eri eg ein kvinna, ið hevur áhuga fyri øllum økjum í samfelagnum, bæði vinnu, fíggjarpolitikki og bleytu virðunum. Kenni eisini hópin av øðrum kvinnum, ið hava áhuga fyri øllum samfelagsmálum. Tí vóni eg, at vit skjótt fara at síggja eitt løgting, ið er samansett soleiðis, at tað verður ein sjálvfylgja at fyrihalda seg til alt í samfelagnum, uttan at skula flokka tað upp í vit og hini.

Eyðgunn Samuelsen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum.