Lítið virðuligt at nýta tey gomlu, sjúku og veiku í tí politiska spælinum, nú valdagurin nærkast, og krossurin skal setast.
Politisku fríggjaraherindini mótvegis teimum gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum fyri at skaffa sær sjálvum nakrar atkvøður, tykjast ongan enda at taka. Hetta er sama framferð undan hvørjum einasta vali.
Eg haldi, hetta er lítið virðuligt og ússaligt fyri hesi somu soleiðis at verða ”misnýtt”, nú tað stundar til val, tey hava sanniliga annað uppiborið.
Hesi skulu ikki nýtast til politiskan løtuvinning og atkvøðufiskarí.
Hesi økir eru eftir mínum tykki sjálvsøgd rættindi og harvið ein samfelagsskylda, sum allir flokkar eiga at loysa í felag uttan um politisk mørk.
Latið okkum tí taka lógvatak saman og fáa loyst hesi viðurskifti á ein virðuligan og sámuligan hátt, allari tjóðini at gagni.
Niklái Petersen
Tjóðveldi




