Hetta verður støðið í skúlanum um fólkaflokkshugsan sleppur at ráða.
Fólkaflokkurin greiddi í Kringvarpinum greidliga frá, hvat teir meina er framtíðarskúlin.
Lærarin skal fáa løn eftir, hvussu hann verður vigaður í eygunum á leiðslu, skúlastýrið, foreldrum, kommunu og næmingum.
Hetta verður nakað av tí vit koma at uppliva.
Eingin lærari vil taka teir stóru flokkarnar, tí møguleikin at fáa nøgd foreldur er minni.
Eingin vil taka 1, 2, 3, og 7. flokk, tá hesir eru teir mest krevjandi og geva tískil eisini minnst pening samanborið við arbeiðsorku.
Lærararnir vilja ikki samarbeiða, tí teirra vitan er teirra atgongd til hægri løn. Eingin annar má sleppa at fáa part av henni. Tú sleppur bert at síggja mín um eg síggi tín.
Ummælisbókin verður óálítandi, tí hon verður brúkt til at tekkjast foreldrum, næmingum, leiðslu o.ø.
Trivnaðurin millum lærararnar verður í botni.
Teir lærarar, ið ikki eru á toppfimm venda skúlaskipanini bakið. Tað er ov stravi at slíta seg upp, fyri lága løn.
Vit koma at mangla lærarar í stóran stíl. Lærarar, ið eftir eru á skúlunum mugu taka ov nógv á sínar herðar og verða somuleiðis uppslitnir.
Javnaðarflokkurin vil aldrin góðtaka slíkt.
Góðu foreldur, lærarar og tit , ið varða av skúla annars. Velji Javnaðarflokkin, so hetta ikki kemur uppá tal.
Jónleif Johannesen
Lærari
Valevni hjá Javnaðarflokkinum




