Heilsuverkið má altíð vera so gott sum gjørligt, og vit hava skyldu til framhaldandi at gera ábøtur og skapa nýggjar loysnir fyri okkara sjúklingar.
Vit skulu hava heildarætlanir fyri alt heilsuøkið, so at eingin sjúklingabólkur og einki øki í landinum dettur burtur ímillum. Samskipan millum sjúkrahúsini, heilsuøkið annars og almannaverkið eigur at gerast alt betri. Nýggj samstørv við fleiri tænastuveitarar í ymiskum londum, øðrvísi raðfestingar, har okkara trý verandi sjukrahús verða gagnnýtt á skilabesta hátt, neyðugar íløgur í tól og annað, sum gera skjótan mun, eru bert nøkur av krøvunum á hesum øki. Kunnu vit ikki geva skjóta og góða viðgerð á klettunum, so mugu vit tó syrgja fyri at, hon verður veitt, har hjálpin er at fáa. Flutningur eigur ikki at vera ein forðing, og góða samstarvið við Atlantic Airways er eitt puntur í putlispælinum, sum altíð má havast fyri eyga og dagførast eftir tørvi. Tí heilsubót og røkt er ein tænasta, sum skal vera á høgum støði. Tað loysir seg, tí tá fáa við fleiri virknar borgarar. Skattapeningur borgarans má umsitast við veruligum skili og gjøgnumskygni – eisini á hesum øki.
Føroyar eru eitt lítið land, men vit eru eitt land undir júst somu treytum sum øll onnur lond. Vit mugu veita tær grundleggjandi tænasturnar og gera tað væl, um vit skulu hava eitt nøgt folk. Føroyska heilsuverkið er eitt stórt og spennandi arbeiðspláss, har vit hava tørv á øllum teimum, sum hava tær viðkomandi útbúgvingarnar og sum brenna fyri sínum faki.
Eg haldi, at Fólkaflokkurin eigur at leggja seg eftir at fáa ráðharra í heilsumálum í einum komandi samgongusamstarvi. Tað er ikki nóg mikið longur við Process Improvement – at bøta eitt sindur her og eitt sindur har – at lata eina millión meiri her og eina har, hóast tað eisini er neyðugt. Tað kemur ein tíð í øllum skipanum, tá ein umskipan má fara fram – Proces Design/Redesign – og hendan tíðin er komin fyri føroyska heilsverkið.
Vit skylda øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum har arbeiða, og eisini teimum, sum enn ikki eru komin higar at arbeiða, at gera sjúkarahúsini til spennandi, væl virkandi og góð arbeiðspláss, har nøgdsemi ræður – bæði millum tey, sum veita tænasturnar og tey, sum taka ímóti tænastunum – bæði millum starvsfólk og millum sjúklingar. Ein og hvør fakbólkur og ein og hvør einstakur lækni, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsuatstøðingur og heilsuhjálpari hevur sín fakliga stoltleika. Og tað sama kann sigast um allar aðrar fakbólkar, sum eisini eru inni á økinum. Men tá umstøðurnar forða tær í at virka á besta hátt og heldur møða teg niður, tá fellur trivnaðurin rættiliga skjótt.
Her kunnu vit ikki lata standa til, men eiga at taka t.d. sjúkrahúsini fyri tað tey eru. Sjúkrahúsini eru tey arbeiðsplássini, sum hava flest fakbólkar undir sama taki. Hetta er í sær sjálvum ein avbjóðing at fáa at hanga væl saman, sum politikkarar eiga at skapa nakað konstruktivt burturúr. Okkum tørvar alla ta kvalifiseraðu arbeiðsorkuna, sum møguligt, her í Føroyum, og skulu føroyingar og onnur við útbúgving innan heilsuøkið tíma at koma higar at arbeiða, so skal bæði heilsuverkið og samfelagið annars vera lagað til krøvini i hjá fólki í dag. Vaktarskipan má vera menniskjalig, høli, tól og viðgerðarmøguleikar mugu standa mát við arbeiðsfólkið, so vit kunnu fáa tað besta burturúr teirra førleikum.
Her er nakað at tríva í, og eg bjóði meg fram – gev mær tín stuðul!
Hanna, listi A




