Vel ein mann á ting, ið verjir tíni rættindi sum brúkari.
Stundin er komin, at vit øll fáa okkara sjálvsøgdu rættindi.
Øll eru vit brúkarar. Høgur sum lágur. Ja, sjálvt stjórar og reiðarar eru brúkarar eins og tú og eg.
Men hóast alt samfelagið er grundað á, at marknaðarkreftirnar stýra okkara lívi og øllum búskapinum, er einki gjørt fyri at tryggja sær, at hetta kann fara fram á ein hátt, ið tryggjar tørv og rættindi hjá tí veikara partin í spælinum, nevnliga brúkaranum.
Henda ójavnvág, har brúkarin altíð endar sum tann lítli forsmáddi taparin mótvegis sterkari og vælskipaðari vinnu, má beinast burtur alt fyri alt. Tað ber ikki til at grunda eitt samfelag á so ójøvn lutføll millum týdningarmestu aktørarnar í einum kapitalistiskum fólkaræði.
Tí er neyðugt at gera sær greitt, at skulu vit lata marknaðarkreftirnar ráða, og skulu vit framhaldandi hava álit á mótsøgnini um eina rættvísa kapitalismu, mugu vit geva okkum sjálvum vápn til sjálvverju.
Vel tí tíni rættindi sum brúkari, vel Petur í Gong!
Við ynskjum um eitt gott val fyri alt Føroya fólk.
Petur í Gong, www.tjodveldi.fo/petur




