Nei, einki politiskt skarvslop – Sera nógvur skarvur hevur verið við landið hesa seinastu tíðina og tað er stuttligt at eygleiða teir.
Vit høvdu myndatólið við ein dagin á kaiini á Norðoyri og royndu at fanga skarvarnar í einum so vælkendum skarvslopi, men myndirnar blivu ikki so góðar sum vit høvdu ætlað.
Á fyrstu myndini í slideshowinum sæst ein flokkur av skarvum og longst til høgru tvinnir lómar ella havgæs.
Jens Keld Jensen, fuglarøðingur sigur við Norðlýsið, at sera nógvur skarvur hevur verið at sæð allastaðni kring Føroyar og at hetta helst er Hetlandsskarvur, sum vit kalla tað. Hetta er helst skarvur, sum kemur úr Hetlandi og Skotlandi. Í hvussu so er kann hetta ikki bert vera okkara egni skarvur, tí so nógvur skarvur eigur ikki í Føroyum. Jens Keld sigur, at hann taldi 84 skarvar í einum flokki nú ein dagin.




