Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur í gong: SEV ger sum tað vil

(Hannefía Joensen)

SEV er sloppið í tryggleika undir Jarðfeingi og hátíðarheldur lokabragdið við at hækka prísin!

Alt byrjaði við, at Kappingarráðið setti knyklar í brýr og kravdi ein meira realistiskan streymprís. Leingi vórðu boðini kveistrað til viks av hesi ovurstóru monopolfyritøku, ið metti seg vera hevjaða yvir lóg og rætt. Men dómur fall, og SEV noyddist at boyggja seg. Inntil landsstýrismaðurin í vinamálum, Bjarni Dhurholm, tveitti teimum ein bjargingarkrans og fekk hálað teir inn undir Jarðfeingi. Øll fingu vit sum vátan vøtt, tí nú sluppu teir ikki bara undan at lækka prísin – teir hækkaðu hann!

Ein og hvør við nakað av innliti í íløgur og avskrivingar dugir at síggja, at mátin, sum SEV avskrivar uppá, er høpisleysur. Runt og einfalt sagt: gera vit eina íløgu uppá 100 milliónir, sum skal halda í 50 ár, eigur hon ikki at avskrivast uppá 20 ár!! Vit eiga sjálvandi ikki at kasta óneyðugar byrðar yvir á okkara eftirkomarar, men vit eiga heldur ikki at gjalda fyri alla framtíð her og nú.

Petur í gong,

www.tjodveldi.fo/petur