Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa valkortið á valstaðnum

(Hannefía Joensen)

Fleiri veljarar í Tórshavnar kommunu hava ikki fingið valkortini til løgtingsvalið enn. Tey mugu tí biðja um valkort, tá tey møta á valstaðnum leygardagin.

Tað eru fleir veljarar, sum hava vent sær til Tórshavnar kommunu og boðað frá, at tey ikki hava fingið valkortið við postinum. Av tí, at valdagurin er leygardagur, verður postur ikki borin út hendan dag, og tískil skulu tey, sum mangla valkort, men kortini halda seg standa á vallistanum, biðja um valkort, tá tey koma á valstaðið at velja.