Leygardagin 26. januar kl. 15:00 bjóðar Kl. Róðrarfelag inn til ein fyrsta fyrireikandi fund í róðrarneystinum, har øll eru vælkomin, eisini tey, sum einki kenna til kappróður.
Maðurin, sum í summar fer at sita við róðri umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi,Oddur Olsen, kallar nú saman til fyrireikandi fundar í róðrarneystinum við Sandin.
Oddur er nevniliga eisini formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, og sum slíkur hevur hann, saman við nevndini, ta yvirskipaðu ábyrgdina av felagnum og tí virksemi, sum verður í summar.
Klaksvíkingur er
næstan mannaður
Sum vit koma inná í aðrar grein, so er tað longu greitt, at Klaksvíkingur í ár fer at hava eina sterka og spennandi manning, sum væntandi verður við í fremstu røð í tí sterkastu og stoltastu kappingini: 10-mannafarsróðrinum.
Klaksvíkingur er og verður flaggskipið í felagnum, sum hevur stóran týdning, bæði úteftir og inneftir sum fremsta fyrimyndin, sum hini elta.
Vónar at manna
fleiri aðrar bátar
Men Klaksvíkar Róðrarfelag er sjálvandi annað og meira enn 10-mannafarið, og tað er fyrst og fremst hesi tingini, sum eru á skránni leygardagin.
– Vit ynskja at brúka fundin leygardagin til at kunna fólk um teir møguleikar, sum eru her í felagnum, greiðir Oddur Olsen frá.
– Her eru fleiri bátar, sum vit sera fegin vilja manna við bæði gentum og dreingjum, kvinnum og monnum.
Oddur vónar, at fundurin leygardagin kann geva eina ábending um, hvussu áhugin er millum fólk í ár at rógva kapp, og her hugsi eg bæði um tey ungu við lítlum og ongum royndum og tey meira vaksnu.
Opið neyst
leygardagin
– Arbeiði við at manna Klaksvíking er komið væl áleiðis, og nú ynskja vit at kanna áhugan, hvussu tað røkist fyri, at manna hinar bátarnar hjá felagnum. Sum nevnd hava vit av og á brúk fyri at fáa fingurin á pulsin í felagnum, og tað er tað, sum ætlanin er at gera nú.
– Leygardagin klokkan 15:00 verður opið hús – ella vit kunnu kanska siga opið neyst – har øll eru vælkomin innar, eisini tey, sum hava lítla og onga vitan um kappróður.
– Vit høvdu verið sera fegin, um vit kundu savna fleiri fólk saman, sum kunnu fáa kunning frá okkum um felagið og møguleikarnar, sigur formaðurin í Kl. Róðrarfelag, Oddur Olsen, sum vónar, at eingin setist aftur at koma, sum hevur áhuga.




