– Eg standi við tað, sum eg havi sagt um Sandoyartunnilin, og eg eri ikki til at vika í hesum málinum
Sum Norðlýsið skilir, so hevur málið um Sandoyartunnilin fylt sera nógv í samráðingunum um nýggja samgongu og tá vit fyri løtu síðani loddaðu dýpið, var stemmningurin eitt sindur læstur.
Onkur vildi vera við at Sandoyartunnilin fór at forkoma øllum almennum íløgum aðrastaðni kring um í landinum og sum skilst hava menn í allan dag roynt at míkja støðuna.
Fyri løtu síðan fingu vit orð á Gerhard Lognberg, men hann var sera fáorðaður.
– Eg standi við tað sum eg havi sagt um Sandoyartunnilin.
– Eg fari ikki at víkja frá tíðarfreistini, sum er samtykt í løgtinginum.
– Verður tíðarfreistin ikki hildin, so verið eg ikki partur av samgonguni – longri er tað málið ikki.




