Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misnøgd við varaborgarstjóran og borgarstjóran

John William Joensen

Gunnvá við Keldu sigur, at tað hevur verið ein stórur meinbogi fyri býráðssamgonguna at borgarstjórin og varaborgarstjórin ikki kunnu samstarvað

– Tað eru so nógv mál, sum hava virka til, at eg ikki longur vil verða við til tað, sum hendir í býráðnum.

– Tað byrjaði longu undir samgongusamráðingunum. Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum og tí helt eg uppá at flokkurin átti at fara eftir borgarstjórasessinum.

– Men eg fekk eitt ultimatum frá flokkinum – at um eg ikki undirskrivaði samgonguskjalið við Tjóðveldi – so var eg sett uttan fyri alla ávirkan í býráðnum.

– Eg var nýggj í býráðspolitikki tá og tí valdi eg at skrivað undir.

Tók avgerð undan jólum.
Gunnvá við Keldu sigur at avgerðin um at siga seg úr samgonguni var tikin undan jólum.

– Tað hava verið so nógv mál, sum eg meti hava fingið skeiva viðgerð í hesi samgonguni og tí tók eg avgerð um at leggja frá mær.

– Sum dømi kann eg nevna at eitt nú avgjørdi ein samd mentunnarnevnd at halda seg til játtanina í einum ávísum málið – sum eg ikki vil nevna her.

– Eftir at hendan avgerðin varð tikin í mentunnarnevndini – verður hendan avgerðin feiga av borðinum í fíggjarnevndini, sum enntá avgerð hvørjari konto mentunnarnevndin skal brúka pening av.

– Tá málið um at søkja landið um stuðlul til at byggja ellisheim í Klaksvík var til viðgerðar í býráðnum, helt eg hetta vera eitt sera gott mál.

– Men á fundi í sosialunevnd varð biðið um TIME OUT og samgongan tók ein fund um málið. Har bleiv greitt frá at býráði hevði bundi seg til at byggja nýggjan skúla og at seta pening av til miðbýin og tí var neyðugt at bíðja við at byggja Ellis- og røktarheim.

– Hetta dugdi eg sjálvandi at síggja og valdi at stuðla samgonguni í hesum.

– Men so gera somu samgongulimir avtalu um at játta níggju milliónir krónir til eitt ellisheim á Viðareiði sum ikki er í kommununi.

– Somu persónar avgjørdu so í býráðnum at fólkaskúlarnir í Klaksvík skuldu leggjast saman undir einari leiðslu.

– Hetta málið varð trýst ígjøgnum býráði – og samtykt – men síðani finna menn út av, at samtyktin als ikki er gjørlig at føra út í lívið.

– Størsti trupuleikin í býráðnum hesi seinastu trý árini er at Borgarstjórin og varaborgarstjórin draga ikki somu línu.

Hevur livað í vónini
Gunnvá við Keldu sigur at hon alla tíðina hevur vónað at tað fór at bera til at fáa tingini upp á pláss.

– Eg havi væntað og vóna at vit fóru at hava samgongufundir um tey stóru málini – men talan hevur verið um heilt fáar fundir.

– Eg má siga sum er, at sum stevið hevur verið seinastu trý árini – verður ógjørligt at stýra býráðnum nú vit eru í einum valárið.

– Tí havi eg valt at takka fyri meg – tí eg vil ikki longur verða við í eini samgongu, sum ikki megnar at standa saman og halda seg til ein greiðan yvirorðnaðan politikk.