Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingurin í norskum fótbólti: Rógvi mánaðarins spælari hjá Hødd í januar

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við íalt 16 málum higartil hevur Rógvi Jacobsen veruliga gjørt vart við seg hjá Hødd í Noregi, har hann júst er kostin mánaðarins spælari í januar.

Hóast tað enn bert snýr seg um venjingar og venjingardystir, so má sigast, at klaksvíkingurin Rógvi Jacobsen hevur fingið eina flúgvandi byrjan í sínum nýggja, norska fótbóltsfelag.

Á heimasíðu felagsins, www.hodd.no, verður m.a. sagt, at heitið “mánaðarins leikari” ikki er nøkur hátíðarlig kapping, men tað ger hana tó ikki skeiva fyri tann skuld, tí kappingin byggir á verulig hagtøl frá venjingunum í felagnum.

Hagtølini vísa nevniliga, at Rógvi Jacobsen er tann leikarin, sum hevur vunnið flestar dystir undir venjing í felagnum, og harafturat er hann eisini suverenur toppskjútti í somu dystum. Hann hevur skotið heili 16 mál, meðan tann næsti hevur skotið 5 ella 6 mál.

Sum sagt, so er enn talan um venjingar og venjingardystir, men skjótt verður meira álvari í, og tá er gott at hava lagt góðan botn, og tað er júst tað, sum Rógvi Jacobsen má sigast at hava gjørt í sínum fyrsta mánað í nýggja felag sínum.