Í morgun kom eldur í eitt el-skáp uttan fyri Fonnflog, og ein partur av húsunum í miðbýnum mistu streymin
Tá vit vóru á staðnum við myndatólinum fyri løtu síðan vóru linjumenn frá SEV í ferð við at umvæla skaðan.
EL-skápið var totalt útbrent og hildið var at vatn og ísur vóru orðsøkin.
Hóast SEV hevur brúkt stóra orku at fáa linjur undir jørð so hongur enn ein stórur partur í el-steyrum og tær linjurnar hava havt tað sera trupult síðan ódnina fríggjakvøldi 31/1.
Klæki og ísur gerða at feilir í heilum uppstanda á netinum og elva til blunk og kortslutningar.
Linjumenn hjá SEV hava úttan stegg arbeitt síðan ódnarveðrið og tað ganga fleiri dagar afturat áðrenn allir feilir á netinum eru rættaðir.
Tá vit tosaðu við linjumennirnar hjá SEV vónaðu teir at streymurin kom skjótt aftur í miðbýnum men í skrivandi løtu tordu teir einki at lova.




