Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini umhugsar sína støðu í flokkinum

John William Joensen

Eg eri settur á síðuspor í einum flokki, sum var stovnaður sum ein fiski- og verkamannaflokkur – men sum í dag er ein akademikaraflokkur burturav.

Tað var ein sera skuffaður Heini O. Heinesen, sum Norðlýsið fekk samband við fyri løtu síðan.

– Eg ætli mær ikki at vísa meg úti í Tinganesi – tá ball verður fyri nýggju landsstýrismonnunum.

– Eg fari norður aftur til Klaksvíkar at umhugsað støðu mína í flokkinum og í samgonguni.

Drúgvar politiskar royndir
1984-04: Løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi

Kommunupolitikkur:
1962-70: Bygdaráðslimur
1977-nú: Bygdaráðsformaður
1981-85: Limur í starvsnevnd Føroya kommunufelags, formaður 83-85

Landspolitikkur:

1985-89: Formaður í ídnaðarnevndini
1985-86: Formaður í samferðslunevndini
1993-94: Formaður í ídnaðarnevndini
1993-94: Formaður í fiskivinnunevndini
1998-04: Formaður í vinnunevndini

Álitisstørv í flokkinum:
1978-81: Nevndarlimur í Norðoya tjóðveldisfelag
1981-84: Formaður í Norðoya tjóðveldisfelag
1981-84: Í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins
1990-94: Limur í lokalnevndini
1994-98: Formaður Tjóðveldisfloksins
1994-nú: Limur í starvsnevnd Tjóðveldisfloksins

Visiónir á vinnuøkinum.
– Tað var ikki av persónligum orsøkum, at eg stillaði upp á løgtingsvalinum. Eg eri komin somikið til árini at eg kundi havt tað nógv betur persónliga við ikki at luttikið í politikkinum.

– Men eg havi fylgt sera væl við í vinnumálum og umframt drúgvar politiskar royndir so havi eg stórar visiónir á fiskivinnuøkinum.

– Hetta legði eg eisini dent á undir valstríðinum, men eg kann bara staðfesta, at tann nýggi Tjóðveldisflokkurin ikki longur hevur pláss fyri mær.

– Tingbólkurin, sum hevur seinasta orðið at siga tá landsstýrisfólk skullu veljast, er næstan bara mannaður við persónum, sum búgva nærri enn 300 metrar frá tinghúsinum.

– Bara eg og Hergair eru valdir uttan fyri høvuðsstaðin og er flokkurin seinru árini vorðin ein akademikaraflokkur burturav.

– Undir samráðinunum avreiddi flokksleiðslan formannsessin í vinnunevndini til Miðflokkin og tað vísir eisini hvussu lítlan áhugað flokkurin hevur fyri vinnuliga partinum.

Hevur ikki bundið seg til nakað
– Eg hevði ikki roknað við so vánaligari viðferð í flokkinum og tí eri eg sera skuffaður og kann staðfesta at flokkurin hevur enn einaferð trýst meg út á síðulinjuna.

– Tingmanningin hevur eisini fingið bræv frá navngivnum stuðlum í norðoyggjum – sum heita á meg um at slíta samgonguna, um eg ikki verið landstýrismaður.

– Eg má siga sum er, at eg havi ongantíð dámt tað slagið sum skiftir flokk – men nú eg eri settur til síðis í flokkinum fari eg at umhugsað støðu mína í Tjóðveldinum.

– Eg havi heldur einki undirskrivað, sum bindir meg til nakað sum helst – og sum sagt fari eg nú norður til Klaksvíkar at umhugsað hvat rættast er at gera.

Harleywoodpaint