Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúna flokksskrivari hjá sjálvstýrinum

John William Joensen

Tingmanning Sjálvstýrisfloksins hevur samtykt at seta Rúnu Sivertsen í starv sum skrivara hjá tingbólkinum

Floksskrivstova Sjálvstýrisfloksins

Tingmanning Sjálvstýrisfloksins hevur samtykt at seta Rúnu Sivertsen í starv sum skrivara hjá tingbólkinum frá 1. februar 2008. Hon kemur í starvið fyri Kára á Rógvi, sum tekur sæti á tingi í morgin

Rúna Sivertsen fekk sera gott løgtingsval við 178 persónligum atkvøðum, og er triðja varafólk floksins á tingi. Rúna hevur í politiska virksemi sínum lagt dent á sjálvstýris- og trivnaðarmál, og hevði hon ein týðandi leiklut í framgongd floksins á fólkatings- og løgtingsvalunum herfyri.

Sjálvstýrisflokkurin metir starvið sum floksskrivari á tingi eins týðandi og landstýrissessur. Skrivarin skal samskipa arbeiði hjá tingbólki, varafólkum á tingi og møguligari landsstýrismanning, standa fyri samskiftinum við fjølmiðlar, flokkar, myndugleikar, áhugabólkar, flokkin og veljarafjøldina.

Sjálvstýrisflokkurin ætlar at streingja á, at fáa øllum flokkum játtan, at hava fulltíðarsettan skrivara, ið skulu vera at meta sum skrivstovustjórar hjá flokkunum. Skal bera til at taka við øllum teimum avbjóðingum, Føroyar fara at møta hetta valskeiðið, má tingstarvið røkjast til fulnar í øllum flokkum.

Rúna Sivertsen hevur við sær royndir sum tinglimur, fyrisitari og fjølmiðlafólk. Við setanini vænta vit, at flokkurin fær skipað tingarbeiði og samskifti við fjølmiðlar og politiskar stovnar væl og virðiliga. Harvið skuldi verið lagt gott grundarlag undir bæði avrikum á tingi og enn størri framgongd á vali komandi.

Rúna fer at røkja heimasíðu floksins www.sjalvstyri.fo og verður at hitta á skrivstovuni tlf. 312494 ella teldupostadressuni post@sjalvstyri.fo. Skrivarin hevur fartelefon 512494. Teldupostadressan er: runas@logting.fo

Kári P. Højgaard,
floksformaður