Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Handarbeiðsskúli byrjar í nýggjum hølum

(Hannefía Joensen)

Virksemi hjá Handarbeiðsskúlanum er seinastu árini nógv økt.

Tilboðini eru fleiri í tali, serliga eftir at longu skeiðini vóru umløgd til fleiri styttri skeið. Hetta førdi til, at áhugin hjá næmingum øktist og harvið eisini luttakaratalið til tey ymisku skeiðini. Úrslitið var, at hølini í Jørundsgøtu nú vóru vorðin ov tronglig, og skjótt var øllum greitt, at um haldast skuldi fram, var neyðugt at finna rúmligari og betur hóskandi høli til Føroya Handarbeiðsskúla.

Avgjørt var at leiga hølini á Heygavegi 23. Tá sáttmáli var gjørdur millum Býráðið og eigaran um leiguviðurskifti- og treytir, varð beinanvegin farið undir at umvæla tað neyðuga til komandi várskeiðið.

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at seta hølini í stand til ætlaða undirvísingarvirksemi. Hóast væl hevur gingist í hond, hevur umvælingin ført við sær, at várskeiðið byrjar heldur seinni enn ætlað hesaferð, men nú er komið so væl ávegis, at byrjað verður ætlandi um hálvan februar.

Mett verður, at rúmligu og ljósu hølini geva væl betri og fleiri møguleikar. Nýggjur húsbúnaður er fingin til vega, og tað er eydnast at skapa eitt hóskiligt og hugnaligt undirvísingar umhvørvið. Somuleiðis meta lærararnir, at hølini opna fyri fleiri spennandi og fjølbroyttum møguleikum í framtíðini. Serliga í samband við møguliga útleigan til økt virksemi í vikuskiftum, tá talan er um styttri tilboð innan handarbeiði. Møguliga kunnu eisini tiltøk av øðrum slagi fara fram í nýggju hølunum á Heygavegi, verður sagt. Hetta verður avgerð tikin um seinni.
Norðlýsið ynskir Føroya Handarbeiðsskúla tillukku við nýggju hølunum og góða eydnu við framtíðar ætlanum sínum.

Sí lýsing í Norðlýsinum 8. feb. 2008

Harleyfacadeacryl