Lýsinga- og sniðgevafyritøkan KREA hevur fingið nýggjan samleika
Krea varð stovnað í 2003 og hjálpir í dag stovnum og virkjum við marknaðarføring teirra bæði við talgyldum og prentaðum miðlum eins væl og alnetsloysnum. Fyritøkan veitir stovnum og virkjum heildartænastur innan grafiska sniðgeving, samskifti, marknaðarføring, heimasíður, lýsingar, prentlutir og innan- & uttandura lýsingamiðlar. Hvør á sínum øki tryggja vælútbúgvin starvsfólk dygdina á endaligu vøruni. Fyritøkan hevur í dag starvsfólk í Føroyum, Danmark og Rumenia.
Í samband við nýggja samleikan hevur KREA fingið nýtt búmerki og heimasíðu. Búmerkið ímyndar samskifti, tøkni og ráðgeving. Prikkarnir, sum ferðast í tveimum rásum og møtast, umboða samskifti og tøkni. Prikkarnir ímynda tøkni eins og impulsir ella elektronir, og at teir ferðast hvør sín veg men krossast myndar samskifti. Prikkurin uttan fyri rásirnar er ráðgevin. Litirnir eru tónar av ljósabláum og ljósavióllittum, sum fjara út í hvítt. Vit á Krea vilja vera litrík og spenna víða. Heimasíðan er í somu litum sum búmerkið, og gevur einfalda og lætta atkomu til upplýsingar um fyritøkuna. Eisini ber til at skoða loysnir, vit hava latið úr hondum. Verið vælkomin at vitja okkum á www.krea.fo.
Í Vinnuvitan frá 28. desembur 2007 vórðu bestu marknaðarátøkini í 2007 umrødd. Nevnd vórðu átta ymisk átøk, og av teimum hevði Krea gjørt trý. Átøkini, talan var um, vóru hesi: "Fyrsti talgildi uttandura lýsingaskíggin í Føroyum", "NSÍ og KÍ skógvar", sum gjørdir vórðu fyri Kalos, og "Føroysk prentlýsing við lukti", sum varð gjørd fyri Hvonn Brasserie.
Krea vann eisini heiðurslønina Kolan 2007 fyri besta fjølpost á árliga degnum fyri føroysku lýsingavinnuna. Talan var um eina sonevna prentlýsing við lukti, sum gjørd varð fyri Hvonn Brasserie. Henda var fyrsta lýsing av sínum slag her á landi.
KREA
www.krea.fo




