Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar havn á breddan

John William Joensen

Sum brúkari av Klaksvíkar havn, kann eg ikki lata verða við, at koma við nøkrum viðmerkingum til viðurskifti, sum eg meti als ikki eru í lagi.

Í hesi grein, vil eg umrøða tey bátavrak, ikki ávís, men øll undir einum, ið liggja sokkin og hálvsokkin, og rekast um alla vánna, og nýta hundratals metrar av kajplássi, sum vit ikki hava alt ov nógv av í forvegin.

Hetta kann ikki verða rætt.

Tey seinastu árini eru nógvar tíggjutals millónir krónir brúktir til havnaútbyggingar, alt gott um tað. Men vit kunnu als ikki góðtaka, at eins nógvir metrar av kajplássi blíva brútir at hýsa hesum gomlu vrakum, sum neyvan skapa inntøkir til býin, heldur tvørtur ímóti.

Ein annar vinkil av somu søk, er tann umhvørvisligi. Fleiri av hesum bátum hava m.a. olju í tangunum, og lekur hon út í umhvørvi. Manning frá Klaksvíkar Sløkkiliði, hevur flota hesar bátar, summar fleiri ferðir, so hvørt teir eru soknir, og síðan tikið olju upp av sjónum, men hetta arbeiði verður ikki gjørt meir, møguliga tí eingin vil gjalda fyri ómakin.

Sum fleiri vita, sigli eg við ferðafólki summarhálvuna. “Gløgt er gestsins eyga”. Eg fái nógvar viðmerkingar um hetta óskil, og kann ikki annað, enn geva teimum rætt í tí, at hetta er stór skomm.

Tá avvarðandi mynduleiki verður spurgdur, hví einki verður gjørt við trupulleikan. Er svarið: “Vit fáa einki gjørt”.

Eg nokti at trúgva tí. Fyri ikki so langari tíð síðan, hevði Norðlýsi grein um bát, ið var sokkin niður við kajuni í Streymnesi.

Mær vitandi er tann báturin upphøgdur, og ruddaður av vegnum. Nei, nú er nokk við undanførðslum, Nú má okkurt henda. Hvør skal gjalda veit eg ikki, men sum er kostar hetta komununi hvønn dag, í mistum inntøkum.

Klæmint Hansen