Í Sandoynni eru uml. 1500 íbúgvar ella uml. 500 húski. Íløgan er uml.
500-700 milliónir, skrivar Eivind Jacobsen m.a.
Fyri landskassan er talan um nógvar pengar. Men tó er tað
relativt bíligari enn ein tunnil til Kunoyar. Relativt bíligari enn allir tunnlarnir á Kalsoynni. Og eisini relativt bíligari enn nýggj havn í Svínoy.
Landskassin hevur ikki ráð verður sagt. Onnur meira tídningarmikil mál eru, sum eiga at verða gjørd fyrst verður sagt. Men hví hevur ongin gjørt nakað við hetta áðrenn? Tað átti at staðið øllum greitt, at stórur aktivitetur og væntandi arbeiðsmegi kostar øllum stórar pengar. Seinasta ár var inflatiónin 1-3% hægri enn neyðugt. T.v.s. vit hava goldið 100-300 milliónir ov nógv fyri tað vit keyptu í 2007. Tað er dýrast í Havn.
Inntøkurnar vaksa mest har. Stórstu útreiðslurnar hjá tí almenna eru í Havn. Eg hugsi ikki um lønir, men tænastur, sum kosta alt ov nógv.
Óneyðugt skeiðsvirksemi.
Óproduktiv arbeiðstíð.
Óteljandi starvslýsingar tí fólk ongantíð eru nøgd og
ofta skifta starv.
Og eg kundi hildið áfram… Tað er neyvan bara eg, sum
hevði sett meg føran fyri at spart ein heilan Sandoyartunnil í rakstri landskassans, (uml. 50 mió árliga í 30 ár)uttan at nakar hevði lagt tað til merkis.
Alt valdast eyguni sum síggja!!! Lættast er at siga at mær tørvar og onnur skulu bíða. Um vit spara hjá tær, eru pengar at brúka hjá mær!
Hava vit ikki ráð í bestu tíð, hava vit ongantíð ráð. So latið verða við at siga at tunnilin kann gerast onkuntíð í framtíðini.
Brúka vit eitt sindur av cost benefit rokning kunnu vit siga, at virðisøkingin av uml. 500 húsum svarar til ein stóran part av kostnaðinum av tunnilinum. Og ikki at gloyma pantvirði á virkisbygningum økist og ger tað møguligt at reka vinnu í oynni. (Vit minnast hitt virkið í Sandoynni, sum ikki kundi fíggjast tí tað lá langt úti í oyðimørkini og har var als einki
pantvirði)
Harumframt er nakað av byggilendi. Nú vísur cost-benefit rokningin, at í longdini er Sandoyartunnilin møguliga ein inntøka og ikki ein útreiðsla. (Verið tó varðin við slíkum útrokningum)
Farleiðin til Suðuroyar fer fyrr ella seinni at ganga umvegis Sandoynna. Hetta fyri at Suðuroyggin ikki skal doyggja út.Um tað verður við skipi ella við tunnli vita vit um 30 ár.
Um tunnilin IKKI verður gjørdur endar Sandoyggin sum Fugloy og Svínoy.
Oyggin doyr út!! Langsomt men sikkert.
Tit fólkavaldu, hugsi um hetta, áðrenn tit avsiga Sandoynna.
Eivind Jacobsen
Strendur




