Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardysturin NSÍ-KÍ útsettur vegna jarðarferð: Venjingardystur NSÍ-KÍ sunnudagin í Runavík

Norðlýsið ÍTROTTUR

Formaður Klaksvíkar Ítróttarfelags, Torleif Sigurðsson, verður jarðaður leygardagin, og ætlaði venjingardysturin millum NSÍ og KÍ leygardagin er tí fluttur til sunnudagin kl. 15:00 við Løkin.

Framvegis er KÍ-liðið skert av skaðum og av tí, at leikarar eru staddir uttanlands.

Teir, sum ikki eru tøkir í løtuni, eru:

Kristoffur Jakobsen,
Kristian á Lakjuni, 
Símun Joensen, 
Milic Curcic, 
Sigmund Jacobsen, 
Leon Bjartalíð og 
Mathias Samuelsen, 

og teir verða tí ikki við í KÍ-hópinum sunnudagin.

Fylgjandi 17 spælarar verða við:

1. Jákup Mikkelsen
2. Ári Samson
4. Jan Andreasen
5. Harley Bertholdsen
7. Bjarni Jørgensen
11. Alex Alves
12. Álvur Christiansen
13. Jógvan Isaksen
14. Eli Simonsen
17. Steffan Kalsø
18. Heðin á Lakjuni
19. Ovi Nysted
20. John Hammer
21. Rodrigo
22. Dánial Pauli Lervig
23. Jósup Henriksen
24. Tórður Lervig

Í frásøgnini frá fyrra venjingardystinum millum KÍ og NSÍ, sum var í Klaksvík mánakvøldið, nevndu vit av misgáum ikki Dánjal Paula Lervig, sum í seinna hálvleiki varð skiftur inn fyri Eli Simonsen.

Vit trúðu av fyrstum, at hetta mundi vera hansara fyrsti formligi dystur fyri Formulaliðið, og at tað møguliga eisini var galdandi fyri Tórð Lervig, men gløggir lesarar hava upplýst okkum, at so er ikki, tí teir hava báðir tveir leikt onkran dyst við besta liðnum áður.

Harleywoodpaint