Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torleif Sigurðsson

John William Joensen

Vinur okkara, Torleif Sigurðsson, er nú farin – alt ov tíðliga.
Ein heilsan úr Íslandi

Tað er við sorg, vit siga góða vini okkara farvæl fyri seinastu ferð og minnast ein góðan mann.

Tað var fótbolturin, sum leiddi okkara vegir saman fyri nógvum árum síðan. Á tí økinum avrikaði Torleif stór ting fyri fótbóltin í Føroyum.

Serliga er at minnast aftur á arbeiði hansara fyri, at fáa evropeiska fótbóltssambandið (UEFA) at viðurkenna Føroyar sum eina fótbóltstjóð. Tað málið loysti Torleif við sínum serliga hegni og dugnaskapi.

Føroyskur fótbóltur hevur Torleifi nógv at takka fyri.

Eftir at Torleif var farin frá sum formaður í Fótbóltssambandinum, høvdu vit eitt serligt samband við hann og Elsu Mariu, og vit vóru altíð vælkomnir í heimi teirra, tá ið leiðin lá til Føroya og til Klaksvíkar. Vit, íslendingarnir, kendu hitan av gestablídni teirra og minnast aftur á nógvar góðar løtur, har viðkomandi evni vórðu viðgjørd út í æsir.

Torleif var áhugaður í øllum, sum hevði við fótbólt, fiskiskap og Klaksvík at gera. Hann var dugnaligur maður í samfelagnum, og spardi seg ikki í arbeiðnum. Við andláti hansara er eitt lið farið í Klaksvik og millum mongu vinir hansara.

Umstøðurnar hava lagað seg soleiðis, at tað berst okkum frá at koma til Klaksvíkar at fylgja vini okkara síðstu ferðina, men hugsanir okkara eru við Elsu Mariu og familju hansara, sum vit senda inniligar samkensluheilsanir.

Tað er við djúpari virðing og takksemi, at vit minnast vin okkara, Torleif Sigurðsson. Mátti minnið um henda góða mann altíð livað.

Akranes tann 15. februar 2008

Gunnar Sigurðsson
býráðsformaður á Akranesi

Sigriður Guðmundsdóttir

Gísli Gíslason 
Havnastjóri á Faxaflóa havn
og formaður í meistaradeildini hjá
Fótbóltsfelagnum ÍA