Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur: Team Klaksvík-Kyndil 34-22: Team Klaksvík vann á Kyndli – aftur nr. 2

Norðlýsið ÍTROTTUR

Team Klaksvík vann sunnudagin ein tryggan sigur á Kyndli og er nú aftur næstovast í 1. deild, sum gevur uppflytingardyst.

Heimasíðan hjá Team Klaksvík staðfesti eftir dystin sunnudagin, at menninir eru vaknaðir aftur eftir eina heldur slaka periodu av kappingini.

Samstundis sum Team Klaksvík vann á Kyndli, so megnaði StÍF, sum klaksvíkinar kappast við um annaðplássið, bert javnleik í sínum dysti, og oddaliðið, H71, tapti óvæntað á heimavølli.

Hetta ger, at Team Klaksvík nú er 2 stig framman fyri StÍF og 6 stig aftan fyri H71.

Oddaliðið, H71, kemur á vitjan í Badmintonhøllini komandi vikuskiftið, og www.team-klaksvik.com skrivar, at ein sigur í tí dystinum veruliga kann geva liðið teirra møguleika at vinna deildina, hóast bert 5 dystir eru eftir nú.

Í dystinum sunnudagin tóktust leikararnir hjá Team Klaksvík at vera klárir frá byrjan av og lótu ongantíð Kyndil koma inn í dystin.

Sámal Olsen
debuteraði

Hendan dystin fekk Sámal Olsen sín fyrsta dyst á besta liðnum, og hesum kom hann væl frá, og hann fekk eisini sítt fyrsta mál. Sámal er 16 ára gamal.

Team Klaksvík var soleiðis mannað sunnudagin:

Liðið/mál: Bent/0 – Willy/0 – Fríðin/2 – Niclas/7 – Mathias/4 – Gunnar/1 – Jón/5 – Rógvi/3 – Sámal/1 – Steffan/7 – Heri/0 – Dánjal/4.

Støðan í 1. deild
(kelda: www.hsf.fo)

1) H71          14 dystir – 24 stig
2) Team Kl.   15 dystir – 18 stig
3) StÍF          14 dystir – 16 stig
4) Neistin     15 dystir – 12 stig
5) VÍF           15 dystir – 10 stig
6) Kyndil       15 dystir –   8 stig

Harleyfacadeacryl