Nógv var talað ,tá ið mentanarhúsið í Fuglafirði missti skeinkiloyvi.
Hetta komst av tí, at endurnýggjan av loyvinum hevði av misgávum ikki verið sent inn til tíðina.
Hetta gjørdi, at lítið og onkið virksemið hevur verið í húsinum aftaná at húsið missti skeinkiloyvi.
Í dag "ynskja" gestir, sum ganga til slík tiltøk og annað,at tað skal kunna bera til at keypa sær okkurt"leskiligt "afturvið einum góðum tiltakið,sum Mentanarhúsið í mong ár hevur staði fyri.
Men nú er so skeinkiloyvi komið aftur í mentanarhúsið.
Nógv sera góð tiltøk hava verið í mentanarhúsinum gjøgnum tíðina, og halda hesið tiltøk sjálvandi áfram í mentanarhúsinum,eins og undanfarin ár.




