Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Whiskysamkoman í Klaksvík

John William Joensen

Whisky samkoman í Klaksvík hevur einki til felags við aðrar samkomur í Føroyum. Einasta endamálið er at drekka og njóta hin stórbæra drykkin whisky. (Ok, sangur og tungutala kemur fyri, men ikki fyrrenn farið verður upp um 1.0 promillu)

Andras Sólstein skrivar

Vit í Klaksvíkar Whiskysamkomu høvdu sett hvørjum øðrum stevnu dagstevndan leygardag, og tá limalistin er loyniligur, so kunna vit bara siga onkur nøvn heldur enn, smakkari 1 heldur, at tað smakkari 4 sigur og vice versa. So vit eru Andy, Rani, Olli, Gestur, Jógvan, Niklas og Heri.
Og tað eru sjálvandi bara menniskju við y-kromosomi sum eru limir í felagnum.

Upprunin til samveruna var tí Laphroaig hevði skipað fyri online whisky smakking mikudagin hin 21 nov. 2007 kl 20.00 GMT. Hetta hevði eg fingið at vita umvegis teldupost frá John Campbell, Distillery manager á Laphroaig. Umframt John skuldi hansara hátign Robert Hicks, master blender á Laphroaig, (Slainthe! Bob og takk fyri at tú hevur ríkað mangar løtur), og whisky-søgufrøðingurin Jim Murray luttakað.

Vit høvdu lagt okkum eftir whisky av oynni Islay. Ardbeg, Bowmore, Bunnahabhain, Bruichladdich, Caol Ila, Lagavulin og Laphroaig. Eg veit væl at Port Ellen manglar, men hon er ikki til at fáa fatur í. Og ein kann róliga siga, at vit við hesum høvdu drigið tungvektarnir fram úr goymslunum.

Til eina whiskysmakking eru nøkur viðurskifti, sum mugu vera í lagi. Staðið er av alstórum týdningi. Løtan má eisini vera hin rætta. Gløsini skula hava serligt skap, sum ein tulupan, hetta fyri at samlað aromaðin, og ikki ov tjúkt glas, annars sæst liturin ikki heilt. Glasið má eisini verða so stórt, at ein kann mala whiskyið runt í glasinum, tá ein skal kanna viscositetin.

Vatn og whisky eru tengd saman sum teinur og snøri, tú kanst ikki skilja tey at. Ein trupulleika, vit høvdu á whiskystevnuni, var vatn. Hitt ultima vatnið skuldi sjálvandi fáast úr Laggan-ánni á Islay, men vit vóru í Klaksvík, so tað lat seg ikki gera. Vanligt regn, sum vit hava ovmikið av í Klaksvík er ov súrt orsakað av koldioxid í luftini, og tað inniheldur eingi mineralir, og slettis ikki tað sóttreinsaða og UV- filtreraða, vit fáa frá Klaksvíkar Kommunu. Einki ringt um tað, men tað er barasta ikki nóg gott at blanda upp í Whisky! Ósáin saman við fleiri øðrum áum er ikki rein.

“Tystur? Uppsalabrunnrin stendur á tremur av vatni” eru kendu orðini hjá uppsalamanni við drykkjumann, og tað var júst tosti, ið hevði drigið okkum niðan á Uppsalar hendan leygardagin.

Tað er gomul pátrúgv, at fólk á Uppsølum skuldu liva longur enn fólk í hinum býlingunum, av tí at tey fingu vatnið úr eini so frálíkari keldu, Hornakelduni, og fyrr var tað mangan so, at tá ið onkur úr Gerðum ella hinum býlingunum fóru niðan á Uppsalar eini ørindi, so høvdu tey aloftast eitt ílat við til at taka vatn uppí, tá ið farið var aftur til hús at geva teimum heima. Og vatn úr Hornakelduni fingu vit til vega.

Vatn avger smakkin á whisky. Half and Half er ein standard uppskrift, summi halda tað er ov nógv. Nakrir fundamentalistiskir “hardlinara” siga altíð “sola lagona” (einans úr fløskuni), meðan onkrir puristar siga, at eitt evarska lítið sindur av vatni er loyvt. Vit í Klaksvíkar whisky samkomu halda tó, at tað er upp til ein og hvønn at finna sína egnu vatnjávnvág. Tú kanst sjálvandi ikki tynna so nógv, at tað líkist tannáringa caramel-likøri. Men tá whiskysmakking er á skránni, so er alt avgerandi at tynna whiskyið, tí vit skuldu smakka sjey sløg fýra ferðir, og tað sigur seg sjálvt, at um tú ikki tynnir, so byrjar onkur limur at syngja nr. 1 úr samkomusangbókini, “I`m The Walrus” beinanvegin eftir einar fýra smakkingar.

Hvussu so við whisky og ísi?

“Yes! On the rocks, and no ice!” Sum klaksvíkingurin segði við barrvørin inni á Pikes í Harbour Grace, tá Hans Erik lá har eitt sinni. Hóast mótsigandi, so er ein ávísur sannleiki í orðunum hjá klaksvíksinginum, tí ísur kølir whiskyið niður og harvið doyvir tú tunguna og góman og avmarkar smakkiupplivilsið. (Smakkiupplivilsi var kanska ikki tað, dekkarin á Hans Erik hugsaði mest um inni á Pikes)
Serfrøðingar siga, at whisky skal handfarast á sama hátt sum konufólk. Vísur tú henni ísakaldar kenslur, fært tú beinfrost afturímóti, men hevur tú whisky í glasi og hitar tað varisliga við hondini, leysgevur tað nógvar spennandi smakkir og fenolir flúgva í luftini.

Teir gomlu søgdu, at maður, sum hevði brennivínshug, tolir meira og verður ikki so skjótt drukkin, tá ið hann fær sær feitt skerpikjøt ella skinsakjøt afturvið, ella beint tá ið hann hevur drukkið. Tað er eisini ein grundregla til smakkiroyndir, at tú hevur okkurt at reinsa munnin við eftir hvørt umfar; oftast verður mælt til breyð og vatn, – vit høvdu bert vatn.

Fyrst var Ardbeg á skránni. Vit stóðu við ovurstórari virðing uppiyvir hesi vala whiskyrúgvu, vit høvdu samlað saman, og líkasum aftraðu okkum við at fara í gongd. Men líka kringhentur sum ein pedagogur, ið blandar fingramáling til børnini í gulu stovu, tók Olli Ardbegfløskuna, hálaði tundurproppin úr og stoytti í gløsini, fekk sær vatn útí og traðkaði eitt fet aftur. Við manligum pedagogeygum segði hann, “Ikki troka, ikki svansa og ikki stoyta!” Hetta var startskotið til Operatión Barbarossa. Allir hildu seg framat. Ardbeg smakkar ótrúliga væl. Aftaná meðalvarpingar sum aaaaa! uhmmmm! ååååååååååah! ahiiiiii!!! komu lýsingarorðini bóltandi; stórt, framúr, guddómligt, tari, sjórok, rekatræ, einglasangur, eftirsmakkur sum summarlot yvir lyngheiðarnar við einum ánilsi av saltráka. Niðurstøðan um Ardbeg varð “Just like mothers milk, only without the fancy containers!” So hóast fløskan var pen, kann hon tó ikki samanberast við “the fancy containers”, sum móðurmjólkin kemur úr. Í hesum vóru allir samdir. Síðani var hildið áfram við skránni. Lagavulin luktar sum okkurt tú tjørar bátin við, og smakkar nakað sum at súgva ein brendan ráðligan torvkongul.

Laphroaig er roykt, og eftirhondini einasti roykur tú kanst njóta millum fólk í dag, men gott er tað, harragud sum tað er vælsignað.

Og vit hildu áfram, smakkaðu, griflaðu niður, hugdu eftir litinum, snoddaðu sum hundar, og vælverðan breiddi seg um likamið, stundun sum ein hvassur avhøvdari, stundum sum mjúk móðurhond, ið kínur barnið um enni, meðan hon rurar til eygnasteinurin linkar og torvmold kemur í eygað. Eyguni á samkomulimunum glógvaðu sum kolbrandar, og alt var gott. Alt var gott.

Og inspiratiónin er øgilig, tá man hevur drukkið whisky. “Oh Whisky! Soul O´ Plays and Pranks! Accept a Bardie´s Grateful Thanks!” Yrkti Robert Burns, og hann yrkti stórt sæð bara, tá hann hevði leskað sær við whisky. Ella fyri at skjóta í rúgvuna, Wilde, Fitzgerald, Faulkner, Hemmingway, Joyce og Dylan Thomas. Hvat skuldi Raymond Chandler skrivað um, var whisky ikki uppfunnið? Frank Sinatra fór so vítt, at hann fekk sær eina fløsku av Jack Daniels whisky við í kistuna, saman við einum pakka av Camel´s og einum Zippo-tendrara.

“I should never have changed from Skotch to Martinis”, vóru seinastu orð Humphry Bogart´s tá hann lá á deyðastrá.
“Tung eru høgg tíni Laphroaig” segði Heri, bleikur sum altarbreyð, og small í gólvið. Hetta vóru seinastu orð hansara.

Smakkingin endaði við at syngja “Whisky in the Jar”, ikki Metallica útgávuna, men Thin Lizzy.
So slerdi Niklas á eina tóma whiskyfløsku og vildi bera fram nøkur orð. Allir tagdu og hugdu við stórum eygum at honum. Bíðaðu sum nakrir munkar ið væntaðu at Dalai Lama fór at siga nøkur vísdómsorð. Tað var leingi til nakað orð kom. Scsss, sklss, s-ini hingu saman sum ein keta í fyllskapi hansara. Vit bíðaðu eftir, at tær fáu virknu heilakyknirnar á honum, sum enn vóru førar fyri at seta einstøk orð saman til innihaldsríkar setningar, komu við onkrum, men har kom einki. Tær høvdu givið upp.
“Pub crawling” rópti onkur og tá einki annað uppskot var, bleiv tað einmælt samtykt.
Fyri at lívga limirnar upp aftur fingu okkum ein smakk av flaggskipinum í whisky samlingini hjá Andy, ein “Caol Ila 59,4% vintage 1976, specially selected and bottled for World of Whiskies”
Hetta tendraði í allar og virkaði sum ein “Brain Booster”
Líka miðvísir sum nakrar hitasøkjandi amerikanskar Tomahawks rakettir á veg ímóti einari Al Quida legu í Afghanistan, settu vit kós móti náttarlívinum í Klaksvík.