Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjingarbóltarnir komnir

John William Joensen

Sum nakað nýtt hevur felagið í ár tikið avgerð um, at gera ein serstakan KÍ venjingarbólt til yngru deildirnar, skrivar KÍ í tíðindaskrivi

Sum nakað nýtt hevur felagið í ár tikið avgerð um, at gera ein serstakan KÍ venjingarbólt til yngru deildirnar, skrivar KÍ í tíðindaskrivi

Hetta verður gjørt í samstarvi við Sportmaster í Klaksvík. Í ár kemur tað at verða soleiðis, at hvør leikari, upp til og við smádreingir og -gentur, keypir sín egna KÍ venjingarbólt fyri kr. 200. Tvs. at leikarin sjálvur eigur bóltin og hevur hann við til hvørja venjing. Hetta hevur leingi verið eitt ynski frá venjarum, fyri at fáa skipað viðurskiftini við bóltunum betri. Tað verður nú møguligt at fáa betri venjingar við fleiri bóltnertingum til hvønn leikara. Hetta verður uttan iva viðvirkandi til, at leikararnir hava møguleika fyri at menna sær bóltførleikan enn meira.

Felagið sær eisini ein stóran fyrimun í hesari skipan. Nú verður tað gjørt soleiðis, at ein avísan dag, so møta leikarar og/ella foreldur upp at tekna børnini til kappingarárið 2008. Samstundis verður lima –og leikaragjaldið goldið og venjingarbólturin verður keyptur. Hetta sparir felagið fyri nógv fyrisitingarligt arbeiði, og hjálpir eisini til at fáa betri og neyvari skrásetingar av leikarum. Sjálvsagt er hetta eisini ein fíggjarlig hjálp hjá felagnum, tí tað slepst undan stórum svinni av øllum bóltum, sum blíva burtur hvørt einasta ár.

Teir fyrstu bóltarnir verða latnir, á skrivstovuni í KÍ høllini, hesar dagar:

28. februar kl. 18.00-21.00: Piltar (árg. 96-97) og smádreingir (árg. 94-95)

29. februar kl. 18.00-21.00: Gentur 10-12 ár (árg. 96-97) og smágentur (árg. 94-95)

At gjalda:
Limagjald fyri 2008 300 kr.
Leikaragjald fyri 2008 300 kr.
Venjingarbólturin 200 kr.

Tilsamans 800 kr.

Systkinaavslátturin er óbroyttur fyri lima- og leikaragjald, tvs. fullan prís fyri fyrsta barn, hálvan prís fyri næsta barn og onki fyri triðja barn. Rindast skal kontant og tikið verður ikki ímóti gjaldskorti.

Í marts mánaða verða venjingarbóltarnir til smápiltar, piltar og pinkur latnir.

Ætlanin er, at henda skipan verður galdandi fyri kappingarárini 2008-2009. Við øðrum orðum vil tað siga, at um leikarin ansar væl eftir bóltinum, er ikki neyðugt at keypa nýggjan bólt til kappingarárið 2009.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesi nýggju skipan.

Nevndin og ungdómsvenjarin