Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn spyr Tobba

John William Joensen

Á heilari opnu í Vinnuvitan nú um dagarnar greiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, umvegis ein blaðmann, frá fleiri av sínum ætlanum á fiskivinnuøkinum komandi fýra árini, skrivar Bjørn m.a.

Munnligur fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann

1. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær eina øðrvísi samanseting av flotanum, soleiðis at CO2 útlátið minkar samstundis sum búskaparliga avkastið økist?

2. Ætlar landsstýrismaðurin við lóg at broyta samansetingina í skipabólkunum, í mun til tað, sum vit kenna teir í dag?

3. Kann roknast við, at minni orkukrevjandi veiðuhættir við lóg verða álagdir skipum fram um aðrar meira orkukrevjandi veiðuhættir?

Viðmerkingar:

Á heilari opnu í Vinnuvitan nú um dagarnar greiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, umvegis ein blaðmann, frá fleiri av sínum ætlanum á fiskivinnuøkinum komandi fýra árini. Í einum brotið, sum snýr seg um burðardygga veiðu og lóggávu í samband við gagnnýtslu av livur og rogn, kemur landsstýrismaðurin eisini inn á áhugaverda spurningin um CO2 – útlát og samanseting av flotanum.

Landsstýrismaðurin verður soleiðis endurgivin: ”Við burðardygga veiðu sigur Torbjørn seg eisini hugsa um eina øðrvísi samanseting av flotanum, soleiðis at CO2 – útlátið minkar, samstundis sum búskaparliga avkastið økist”.

Kundi hugsað mær at fingið at vitað hvørjar tankar landsstýrismaðurin hevur gjørt sær um nevndu viðurskifti og um hann longu nú hevur eitt boð uppá eina nýggja meira umhvørvisvinarliga og betur búskaparliga samanseting av flotanum. Tí hesir spurningar: