Úrslitið fyri skatt var 29 milliónir krónur og 23,8 milliónir aftaná skatt.
Felagið útlutar seks milliónir í vinningsbýti til partaeigararnar. Eginognin er vaksin upp í slakar 214 milliónir, sum er 10% hægri enn marknaðarvirðið.
Fíggjarliga royndist árið 2007 væl fyri Atlantic Airways. Úrslitið eftir skatt var 23,8 milliónir krónur og fyri skatt 29 milliónir. Hetta er besta úrslit, felagið hevur rokkið, síðan farið varð undir virksemið fyri 20 árum síðani. Úrslitið er seks ferðir størri enn í fjør, tá úrslitið eftir skatt var góðar fýra milliónir krónur. Helvtin av inntøkunum stavar úr útlondum og hin helvtin úr Føroyum.
Meginorsøkirnar til góða úrslitið stava bæði frá rakstri og vøkstri í fíggjarligum inntøkum. Nýtslustigið vaks munandi á rutuflogførunum, talið á framleiddum tímum í leiguflúgving var støðugt, og virksemið vaks munandi innan tyrluflúgving.
Felagið hevði ávísar serstakar útreiðslur í 2007 – eitt nú í samband við einskiljingina. Veðrið órógvaði eisini flúgvingina nógv í fjør – serliga seinna hálvár. Útreiðslurnar í tí sambandi vuksu upp í slakar 14 milliónir krónur. Tað er tvífalt so nógv sum fyri tveimum árum síðani.
Umsetningurin vaks úr 519 milliónum upp í 539 milliónir krónur.
Nevndin mælir til at rinda seks milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Eginognin eftir útlutingina av vinningsbýti vaks úr 196 milliónum upp í slakar 214 milliónir krónur. Eginognin er sostatt 10% hægri enn marknaðarvirðið.
Felagið væntar í komandi ári at røkka einum úrsliti, sum liggur um 20 til 25 milliónir krónur, um samfelagsliga búskaparstøðan heldur sær á sama støði sum í dag. Virksemið innan rutuflúgving verður á leið á sama støði sum í 2007. Hinvegin væntar felagið munagóðan vøkstur í tímatalinum innan leiguflúgving, men skiftisavlopið fyri hvønn tíma verður lægri. Útlitini fyri tyrluraksturin eru hampulig.
Nærum allar útreiðslur eru vaksandi og felagið sleppur tí ikki undan at hækka prísirnar á summum tænastum, eins og útreiðsluøkingin skal tálmast, so til ber at tryggja ein sunnan rakstur. Felagið miðar eftir at fáa eitt betri úrslit áðrenn fíggjarligar postar í 2008 enn árið fyri. Hinvegin roknar felagið ikki við fíggjarligum inntøkum av stórvegis týdningi komandi ár.
Nevnd og stjórn eru nøgd við góðu gongdina í farna ári.
A T L A N T I C A I R W A Y S pf.
Magni Arge, forstjóri




