Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rentuhækking í Eik

John William Joensen

Hækkandi altjóða rentustigið ber nú í sær, at Eik Banki hækkar útlánsrenturnar.

1. veðrættarrentan verður nú 6,1 prosent p.a. Realkredittlán verða ikki ávirkað av rentuhækkingini, og rentan á rentutillagingarlánum við fastari rentu í trý ár er í dag uml. 5,3 prosent p.a.

Sum ein beinleiðis avleiðing av hækkandi rentum á altjóða lánimarknaðinum hækkar Eik Banki nú eisini sínar útlánsrentur.

Øll útlán – bæði privat og vinnulig – hækka við millum 0,1 og 0,5 prosentum p.a. Rentan á 1. veðrættarlánum, sum higartil hevur verið 6 prosent p.a., hækkar við 0,1 prosenti p.a. Rentuhækkingin fær virknað frá 21. februar 2008.

Eik er einasti føroyski banki, ið veitir realkredittlán til sethúsaeigarar, og tey verða ikki ávirkað av dagsins rentuhækkingum. Serliga tey sonevndu rentutillagingarlánini við fastari rentu í trý ár, eru áhugaverd júst nú. Rentan á teimum lánunum er í dag uml. 5,3 prosent p.a.

Yvirlit yvir renturnar í Eik eru til taks á heimasíðuni www.eik.fo/rentur. Ein kunning er eisini um realkredittlán á www.eik.fo/realkreditt.