Óla Jákup Jacobsen, sum hevði FA EXPRES var ein kend býarmynd í Klaksvík
Úti í Leikalund er ein lítil útskorin træ-standmynd av Óla Jákup Jacobsen og tað eru nógvar søgur knýttar at hesum merkis manni.
Hann var abbi Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvík.
– Eg má siga at eg eri sera glaður um hesa standmynd av abba mínum.
– Ein dagin eg var til arbeiðis á skrivstovu míni kemur Herman Petersen, sum er búsitandi í Danmark inn á skrivstovuna.
– Við sær hevði hann hesa lítlu standmynd, sum beiggi hansara – listamaðurin Óli P. – hevði skorið úr perutræ tá hann gekk á skúla í Danmark í 1967.
– Abbi var ein sjálvsamur maður og nógv minnast hann sum ein sera virknan mann og eina býarmynd.
– M.a. seldi hann fisk, sum var innpakkaður og grýtuklárur.
– Har var ræstur og turrur fiskur, seiður, hýsa og annað.
– Eisini tók hann stig til fyrsta býbussin í Klaksvík – sum koyrdi runt víkina.
– Flestu klaksvíkingar minnast ferjuna, sum hann røkti ferjusamband við tvørtur um Vánna og hon hevði ein heilt serligan motor, sum hann sjálvur hevði gjørt.
– Onkur kallaði motorin fyri eina "evigheitsmaskinu". Í veruleikanum hevði hann forbundið eitt stórt svinghjul í skrúvuna og so sæt hann sjálvur og vant svinghjóli – og fergan silgdi uttan hóasták tvørtur um vánna.
– Eisini uppfann hann eina egningarmaskinu. Hann sat í sóknarstýrinum í mong ár og arbeiddi m.a. við at gera tunnlar norður um fjall.
– Tað var meðan hann var formaður í tekniskunevnd at kommunan fór í holt við at stoypa betongvegir runt býin og teir vóru jú brúktir heilt fram til okkara dagar.




