Seinasta freist at flyta felag var fríggjakvøldið og hóast talan fyri tað mesta er um yngri leikarar so er tað tó framvegis ferð á teimum “gomlu”.
Tað er jú ikki einans ungir leikarar sum skifta feløg í hesum døgum.
43 ára gamli Marek Wierzbiki fór til MB sum spælir í 2.deild at hjálpa fyrrverandi KÍ venjaranum, Dánjal Jákup Joensen.
Allan Joensen (34 ár), Arnold Joensen (34 ár) og Jan Joensen (40 ár), Símun Waag Høgnesen (32 ár) komu allir aftur til KÍ frá LÍF og venja teir i løtuni við 1.deild.
Aðrir leikarar sum eisini eru komnir aftur til KÍ eru Tórður Lervig (22 ár) og Jósup Henriksen (22 ár) frá ávikavist ÍF og B68.
29 ára gamli Rúni Elttør, sum seinastu árini hevur havt skaðar at drigist við fór í vikuni úr KÍ til AB har Allan Mørkøre er høvuðsvenjari.




