Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíggjundi hvør dani fær fyritíðarpensjón, orsøkin er ” strongd”

John William Joensen

Fyritíðarpensjón verður ikki bert útgoldin likamliga niðurslitum fólkum.

Í 2007 var strongd serstaka orsøkin til fyritíðarpensjón. Strongd er vorðin móti, sigur professari í leiðslu.

Fyritíðarpensjón kom uttan iva fyri at lætta um hjá likamliga niðurslitum persónum, men ídag eru heilt onnur eyðkenni inni í myndini, sum fær danan til at søkja um uppihald úr ríkiskassanum. Umleið tíggjundi hvør fekk fyritíðarpensjón í 2007 orsakað av strongd. Hetta er sostatt mest nýtta orsøkin sum pensjónsformur, skrivar blaðið hjá Danska Arbeiðsgevarafelagnum, Agenda.

Yvirlæknin í sálafrøði, Jes Gerlach, sum eisini er formaður í PsykiatriFonden, heldur, at orsøkin til økingina er, at sálarlæknar í størri mun nýta sjúkuavgerðina strongd.

“Tá eg var ungur lækni, sóust ongantíð strongdardiagnosur. Her var ein settur at vera tunglyntur ella depressivur, østur ella okkurt annað. Nú verða hesar sjúkuavgerðir so við og við at gerast partur av sálarsjúku mentanini. Eg haldi, at henda greining fer at halda fram í komandi árum, hetta fer at gera seg galdandi í fleiri førum, tí sjúklingarnir so at siga verða settir í røtt røð”, sigur hann við Agenda.

“Tað erm móti at vera strongdur”
Professari í leiðslu á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, Ole Thyssen, heldur, at meir tey gáa um strongdina, ger at fleiri kenna á sær, at tey helst hava strongd.

“Tað er lógligt, ja næstan móti at vera strongdur og at hava sjúkur, sum kunnu fylgja við. Tað verður eisini vanliga tikið fyri at vera ein felagsstøða og eingin persónilig ábyrgd. Eg fari ikki at avvísa, at vit ikki hava veruliga strongdargivnar støður og líðingar, men tað sum fyrr bert var meiri og minni vanligt í lívinum, hevur nú fingið sítt egna lív, og tað ger fólk sjúk.

At sjóneykan er sett so avgjørd á hetta, kemur av, at heilt mong fólk ídag liva av at viðgera og upplýsa um strongd. Men tá reklamur ikki eru lógliga góðkendar í hesi starvsgrein, er neyðugt at pakka reklamurnar inn sum kunningar og upplýsingar”, sigur hann við Agenda.

nj
Kelda: 180 grader