Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áðrenn Klaksvíkskappingina – ein forsøgn fyri 2008: NSÍ og EB/Streymur eru favorittar saman við HB

John William Joensen

Sambært serfrøðingi eru føroyameistarin og steypavinnarin í fjør, saman við HB, bestu boðini upp á føroyameistaran í 2008, meðan KÍ er í niðurflytingarvanda saman við Skála og ÍF!

Leygardagin byrjar Klaksvíkskappingin, fyrsta ordiliga kappingin undan kappingarárinum í 2008, við dystunum B36-EB/Streymur (kl. 12:45) og KÍ-NSÍ (kl. 15:00).

Dagin eftir, sunnudagin, verður so dysturin um triðjaplássið kl. 12:45, og síðan verður finalan kl. 15:00.

Hetta er fyrsta kappingin, sum verður tikin í nøkulunda álvara áðrenn sjálv steypakappingin og Formuladeildin fara í gongd, og tí er Klaksvíkskappingin eitt gott høvi til at kanna eftir, hvussu liðini eru fyri, nú tað nærkast kick-off fyri kappingarárið 2008.

Vit hava tí loyvt okkum – áðrenn Klaksvíkskappingina – at útvega eina meting frá einum fótbóltsserfrøðingi, hvørs navn vit ikki avdúka, og so kunnu vit eftirfylgjandi gera nýggjar metingar, tá ið kappingin hevur verið.

Ein forsøgn, sum verður gjørd so tíðliga á árinum, byggir sjálvandi á eitt sera veikt grundarlag, og hon skal tí takast við rímiliga stórum fyrivarni, skulu vit heilsa frá okkara fótbóltskøna profeti.

B36 neyvan
við í topp-3

Um ein skal trúgva tí serfrøðinginum, sum vit hava havt samskifti við, so verða tað væntandi EB/Streymur og NSÍ, sum koma í finaluna sunnudagin, meðan KÍ og B36 helst fara at tapa leygardagin og tí fara at spæla um triðjaplássið sunnudagin.

Í øllum førum tykjast flestu ítróttarskrivarar at rokna ið HB, EB/Streymi og NSÍ sum favorittum til at vinna Formuladeildina í 2008.

Beint aftan fyri hesi verður B36 roknað við at liggja. Undanfarin ár hava teir verðið taldir millum toppliðini, men til kappingina í ár hevur árstalsfelagið mist fleiri spælarar, uttan at fáa aðrar ístaðin.

Harafturat hevur felagið í ár sett ein venjara fyri Formulaliðið, sum ikki hevur drúgvar royndir á tí støðinum.

Hesir veruleikar gera, at B36 í ár verður flokkað undir topp-trý liðunum.

Víkingur, B71 og
B68 mitt í talvuni

Bólturin er sum kunnugt rundur, og tí kann alt henda í fótbólti. Forsagnir eru tí í flestu førum lítið meira enn gitingar, ið kunnu vera meira ella minni kvalifiseraðar.

Hvussu er og ikki, so heldur serfrøðingur okkara, at liðini, sum fara at liggja miðskeiðis í stigatalvuni, verða Víkingur, B71 og B68.

Henda forsøgn kann sjálvandi vera røtt, og venjingardystir kunnu bert í avmarkaðan mun brúkast sum ábending.

Kortini tykist tað eitt sindur løgið, at serliga B68, sum júst er flutt upp í Formuladeildina verður plaserað so ovarlaga. Ikki minst tá ein hevur í huga úrslitini hjá teimum í venjingardystunum higartil. Eitt nú vann KÍ rættiliga lættliga 4-1 á Toftum fyri nøkrum døgum síðan – gaman í var tað ímóti einum skerdum heimaliði, men KÍ var heldur ikki fullmannað tann dystin.

Botnliðini verða
Skála, ÍF og KÍ!!

Tað er ikki hugaligt fyri eitt felag, áðrenn nakar dystur er spældur, at verða mett sum botnlið í Formuladeildini, men givið er frammanundan, at tað í oktober mánað verða tvey lið, sum fara at enda niðast og næstniðast og harvið fara at flyta niður í 1. deild.

Her eru uttan iva fleiri ósamd við serfrøðinginum, men hansara boð er, at KÍ, Skála og ÍF verða liðini, sum í ár fara at liggja í botninum í Formuladeildini og stríðast fyri at umgangast niðurflyting.

Tá ið hetta er sagt, leggur hann afturat, at tað altíð er torført at gera slíkar forsagnir um eitt heilt kappingarár, áðrenn nakar bóltur er spældur, og hann leggur dent á, at eitt og hvørt av liðunum í Formuladeildini eins væl kann fara at klára seg betur, enn her verður roknað við.

Bólturin er jú framvegis líka trillrundur … tíbetur.