Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vera Mørkøre í Miðlan

(Hannefía Joensen)

Vera er 34 ár og úr Klaksvík. Málningar hennara eru akrylbaseraðir og motivini ymisk.

Vera hevur m.a. havt framsýningar á Norðoyastevnu, men hetta er fyrstu ferð, hon sýnir fram í Miðlan.

Vera hevur málað fýra ár í kvøldskúlanum hjá Archibald Black, og málar hon akrylbaserað.

Henni dámar at mála ymisk motivir, eitt nú blómur, konufólk og bygdaløg.

Framsýningin við Veru Mørkøre verður í Miðlan allan mars mánað.

www.klaksvik.fo