Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen undrast um loyvið til Næraberg

John William Joensen

skrivar Útvarp Føroya á heimasíðuni www.uf.fo

Gamli Næraberg slapp einans í flotan, tí hann var partur í spennandi ætlan at virka svartkjaft til matnað. Tað sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, undrast, nú JFK Trol hevur fingið varandi ídnaðarloyvið til nýggja Næraberg.

Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, sigur, at umsóknin hjá JFK Trol at fáa innflutningsloyvið til verksmiðjutrolara at fiska svartkjaft, varð gingin á møti, tí felagið vildi royna nakað nýtt.

– At eitt annað skipaslag hjá reiðarínum hevur eitt varandi ídnaðarloyvið í dag, er ikki í samsvari við viðgerðina í Fiskimálaráðnum tá, sigur Jørgen Niclasen.