Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fernisering hjá Jóannesi í Leikalund

John William Joensen

Fríggjadagin 7. mars letur listaframsýningin hjá Jóannesi S. Hansen upp í Leikalund í Klaksvík við 25 nýggjum málningum.

Jóannes hevur málað í mong ár, og sýndi hann fram fyrstu ferð í 1965. Tað var í Runavík, í kjallaranum hjá Karl Jóhan Hansen, har býráðið heldur til í dag.

Á framsýningini eru 25 nýggir akrýlmálningar, sum eru málaðir í vetur.

Fernisering verður fríggjadagin kl. 17, har Jóannes S. Hansen spælir harmoniku og Monika Stauss Joensen spælir violin