– Umboðandi føroyska landsliði stóð eg og hugdi at dystinum millum B36 og NSÍ í Klaksvíkskappingini og mátti staðfesta at næstan helmingurin av leikarunum vóru útlendingar, segði Landsliðsvenjarin m.a.
Á tíðindafundi í FSF húsinum í samband við úttøku av føroyska A-landsliðnum til vinardyst móti Íslandi tann 16. mars í Kórinn høllini í Kópavági, nevndi landsliðsvenjarin eitt evni sum aftur er vorið sera aktuelt.
– Vit sum standa á odda fyri føroysku landsliðnum vóru í Klaksvík um vikuskifti og eygleiddu dystirnar í Klaksvíkskappingini.
– Tað var ein heldur løgin kensla at standa har og eygleiða tvey føroysk feløg, NSÍ og B36 har hilir 9 av 22 leikarum vóru útlendingar.
– Samstundis spældu B68 og B71 í Suðuroynni har útlendska umboðanin taldi heilar 10 leikarar.
– Nú má eingin misskilja meg og halda tað at eg havi nakað ímóti útlendingum – men um vit ynskja at menna okkara egnu leikarar so er hetta ikki rætta leiðin at ganga.
– Hinvegin so veit eg at feløgini eru í tí støðu at tey ofta kunnu fáa tríggjar útlendingar fyri tað sum ein føroyskur leikari kostar og trúgvi eg at hetta er ein orðsøk til at støðan er sum hon er.
– Men eg trúgvi at vit eiga at tosað um hesa støðuna og sjálvur eri eg farin at halda at vit áttu at innført ein reglu um at tað ikki er loyvt at brúka meira enn eitt ávíst tal av útlendingum í senn.




