Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein framtíðarleikari úttikin: Kristoffur Jakobsen úttikin til A-landsliðið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tann 19 ára gamli miðvallarleikarin hjá KÍ, Kristoffur Jakobsen, fekk fríggjadagin fráboðan frá landsliðsvenjaranum um, at hann er úttikin til A-landsdystin ímóti Íslandi.

Kristoffur Jakobsen hevur í longri tíð verið mettur sum eitt av allar størstu fótbóltstalentum her á landi, og tað kundi tí roknast við, at hann fyrr ella seinni fór at fáa landsliðsboð.

Kristoffur var sjálvandi ovurfegin um, at hann nú fyri fyrstu ferð er úttikin til tað føroyska A-landsliðið.

Feløg uttanlands hava fleiri ferðir víst honum áhuga, og hann hevur eisini nakrar ferðir verið uttanlands og royndarvant, eitt nú hjá Chelsea og nú í vár hjá norska felagnum Hødd, har Rógvi Jacobsen hevur sáttmála.