Tá Stjørnan sunnudagin tók móti StÍF, bleiv dysturin so gott sum avgjørdur longu fyrstu minuttirnar av dystinum.
Tá leiktir vóru 6 min., var støðan 6-0 til Stjørnuna, og hesa leiðslu helt Stjørnan allan dystin
Stjørnan legði hart út, og tá leiktir vóru 6. min., hevði Stjørnan tikið eina leiðslu uppá 6-0. Tað var nógv fer yvir spælinum hjá Stjørnuni, og megnaði StÍF ikki rættiliga at fylgja við. Verjan hjá Stjørnini stóð eisini væl, og høvdu strandakvinnuar av tí sama trupult við at koma til rættiligar skotroyndi. Tó komu tær betur við móti endanum av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan gjørdist 17-9 til Stjørnuna.
Tað var ikki líka nógv fer yvir spælinum í seinna hálvleiki. Dysturin hevði ikki tann stóra týdningin fyri hvørki av liðunum, og tað sást eisini aftur á spælinum. Hóast Stjørnan onkra løtuna hevði hug at økja um leiðsluna, so megnaði StÍF hvørja ferð at svara aftur, og enntá minka um leiðsluna hjá heimaliðnum. Endaliga úrslitið gjørdist 28-22 til Stjørnuna.
Seinasta umfar áðrenn fm-finalurnar verður leikt leygardagin, og skal Stjørnan tá leika á útvølli móti VÍF.




