Úrslitið er at vit í dag hava eina stórt sæð óbrúkiliga havn á Sundi og eina líka óbrúkiliga havn á Skansabogunum. Nú er so túrurin komin til at gera eina óbrúkiliga havn á Oyrareingjum, skrivar Àhugafelagið Bygdabjarging
Útbyggingar hjá Tórshavnar havn:
Útbyggingargongdin.
Havnin er frá náttúrunar hond brimpláss. Gjøgnum tíðina so hevur tað eydnast at fingið Eystaru og Vestaru vág rímuliga kyrrar. Hugsjónin um at Tórshavnar Havn skuldi blíva ein stór góðshavn, hon hevur spælt fallit.
Úrslitið er at vit í dag hava eina stórt sæð óbrúkiliga havn á Sundi og eina líka óbrúkiliga havn á Skansabogunum. Nú er so túrurin komin til at gera eina óbrúkiliga havn á Oyrareingjum.
Gud viti hvussu leiðslan í Tórshavnar Havn hugsar tá íð teir útbyggja.
Vit minnast øll ta tíðina tá íð Smyril og Norrøna vóru í gerð. Tá var ein ætlan gjørd, har bæði skipini skuldu liggja á Bursatanga í senn við afturendanum inn ímóti Kongabrúnni.
Nú skipini eru komin so duga øll at síggja vitloysi í hesi ætlanini.
Tað sum kanska er meira ørkymlandi er, at tað var ikki vit og skil í Tórshavnar Havn í steðgaði ørskapinum,men ein friðingarnevnd.
Fyrsta “ næstan vanlukkan “ á Kollafirði
Útbyggingin á Oyrareingjum er ørskapur út frá so nógvum sjónarmiðum.
Hyggja vit fyrst eftir teimum teknisku fortreytunum, so er ógvuliga trongligt og veðurhart, og økir har tað er veruligt dýpi til stór skip er ógvuliga avmarkað, so her er ikki nógv at geva út av um allar manøvrur ikki rigga perfekt.
17 februar høvdu vit so tí fyrstu “ næstan vanlukkuna “.
Hugtakið verður brúkt í flogferðsluni. Um teir hava eina slíka so verða kanningar settar í verk so støðan ikki skal endurtaka seg.
Hendingin var í stuttum hendan. Ein stórur trolari kom inn gjøgnum fjørðin. Nakað úti á byrjar hann at floyta áhaldandi. Skipið hevði hampuliga ferð og tíðuligt var at tað fekk ikki steðgað. .Tá tað kom inn ímóti kajuni, lá eitt annað far fyri.
Tíbetur var motorurin í gongd og manning umborð.
Hettar farið fekk so akkurát smoygt seg út undan gronuni á togaranum íð enduliga steðgaði næstan uppi á landi. Tá íð hesin so skuldi flyta á tað plássið hann uprunaliga hevði ætla sær, sá tað út sum hann stóð á botni aftan.
Her vóru vit so sekundir og nakrar fáar metrar frá einari vanlukku, íð kundi spilt okkum allan fjørðin.
Eingin hevur lætist um vón um hendingina. Hon er helst “ feiðað “ undir eitt ella annað gólvteppi, sjálvt um heilt greitt átti at verið kannað nærri.
Árin á búplássið – larmur.
Hyggja vit so at tí árinið, íð hendan útbyggingin hevur á búðfólkið, íð býr rundan um, so er tað ikki smávegis. Hettar sama kvøld sum umrødda hending fór framm komu onnur skip inn og í 2 døgn var tað sum at sova í einum maskinrúmi.
Ikki tí hettar hevur verið lívið nú í nøkur ár, men hettar kvøldi bar av.
Nú eru so ljóðmátingar gjørdar.Hesar verða nú mettar av kønum fólki og sammettar við lógarkrøv her og aðrastaðni og okkurt bendir á at leiðslan í Tórshavnar Havn er í fer við at fáa sína triðju ónýtuligu havn.
Àrin á búplássið – dálking.
Og so er tað dálking. Vit ganga so frelst og seta roykiforboð allastaðni, har vit kunnu koma til tað, tí sigaretroykur dálkar. Samstundis góðtaka vit at bæði Kadlbaksfjørður og Kollafjørður í góðum veðri eru bláðir av tungoljudieselroyki – mest vandamikli dieselroyki yvirhøvur.
Ein fantastiskur dupultmoralur!
Ímeðan strong krøv verða sett til spillvatni frá Vestsalmon so verða kontainarar vaskaðir í fjørðuni akkurát sum tað bara hoyrir til.Eingin veit hvat hevur verið í áðrenn.
Niðurstøða
Alt hettar projektið hjá Tórshavnar Havn er eitt dømi um eina ómetaliga vanvirðing av teimum, íð búgva runt fjørðin. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær okkurt heilt álvarsamt hendur. Tá nyttar lítið at standa og gráta um at vit og skil ikki bleiv brúkt.
Tá íð landsins lógir, íð skulu gagna borgarunum verða mettar sum foringar hjá kommunum,tá er etiska støðið vorðið ov lágt.
Ikki tí alt hettar meir og minni systematiska svansið, við at byggja “ hálvar havnir “ fyri hundraðtals milliónir, kemur nokk at forbjóða seg sjálvt.
Tórshavnar Býráð má nokk síggja í eyguni at vinnuøkini inni í firði í Kollafirði ikki kunnu nýtast til annað enn vanligt ídnaðar og tænastuvirksemi.
Àhugafelagið Bygdabjarging
v/ Høgna Johansen , Olga Johansen, Per G. Pedersen, Ingun Helmsdal, Evald Joensen,
Martina Sørensen
Signabøur
Anna Arabo, Thomas Arabo
Oyrareingir.
Bygdabjarging er áhugafelag hvørs endamál er at varveita og tryggja góð livilíkindi í bygdunum í Tórshavnar kommunu.
Serligur dentur verður lagdur á at steðga virksemi, íð larmar, dálkar ella í aðrar mátar nervar, og fær livilíkindini í bygdunum at versna bæði fyri fólk og fæ.
Felagið hevur í dag omanfyri 150 limir.




