Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur: KÍ-ÍF 2-1: Símun og Ári skoraðu í hugaligum KÍ sigri á ÍF

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í mun til venjingardystin móti B68 var betri hugburður og hægri leikferð at síggja á KÍ-liðnum, sum sum fríggjakvøldið vann uppiborið 2-1 á ÍF við Djúpumýru.

Símun Joensen skeyt fyrra KÍ-málið upp á brotsspark, eftir at nýggi brasilski miðvallarin, Anderson, varð blivin feldur í ÍF-brotsteignum.

Fuglfirðingar fingu eisini eitt mál, og 1-1 javnleikurin helt sær til heilt móti endanum av dystinum.

KÍ-leikararnir hildu tó fram at trýsta og sprutta fram eftir vøllinum, har tað m.a. var hugaligt at síggja teir ungu menninar vísa stóra orku og ágangandi álopsvilja, sum til tíðir legði ÍF undir trýst.

ÍF hevði tó ein sera góðan málmann, sum vardi og bjargaði manniliga, men at enda fekk KÍ aftur hol á. Tað var eftir eitt hornaspark, sum Tórður Lervig sendi innfyri, at ein annar av ungu leikarunum, Ári Samson, setti í málið til endaliga úrslitið 2-1.

KÍ var nakað skert hendan dystin, tí Jákup Mikkelsen og Kristoffur Jakobsen eru báðir í Íslandi við A-landsliðnum, og Bjarni Jørgensen og Jan Andreasen eru framvegis ikki tøkir vegna skaða.

Sum skilst, arbeiðir KÍ framvegis við at finna røttu liðuppstillingina, har tað ivaleyst serliga er í álopinum, at hópurin er tunnast, so sum liðið í løtuni er sett saman. Brasilsku leikararnir eru meira miðvallarar enn áleyparar, skilst, og tí tykist eitt nú Heðin á Lakjuni at vera rímiliga nógv við í álopsleikinum. Heðin hevur eisini havt sera gott samanspæl higartil við Rodrigo.

—–

KÍ-heimasíðan skrivar annars soleiðis um dystin:

Sigur í aðalroyndini

KÍ vann seinasta venjingardystin áðrenn kappingarbyrjan. ÍF var á vitjan í Klaksvík, og KÍ vann dystin 2-1.

KÍ manglaði fleiri av sínum spælarum til dystin. Jákup Mikkelsen, Kristoffur Jakobsen, Jan Andreasen og Bjarni Jørgensen vóru ikki við, og onkrir av avloysarunum hjá teimum – Jógvan Isaksen og Jósup Henriksen – lógu sjúkir.

Eykamálmaðurin Mathias Samuelsen var skaddur, og tí stóð tann bert 15 ára gamli Teitur Gestsson í málinum. Hann var eitt sindur óheppin við málið hjá ÍF, men hann spældi seg av álvara upp, var sera tryggur og hevði tvær góðar bjargingar.

Spælið hjá KÍ var ikki so flótandi, men fleiri góð álop vóru at síggja, og liðið skapti nógvar kjansir gjøgnum dystin. Innsatsurin og hugburðurin vóru munandi betur, enn tá liðið tapti fyri B68 fyri viku síðani.

ÍF kom á odda 1-0 eftir eitt korter. Eitt skot úti frá fór undir málmannin og í málið. KÍ svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Anderson varð feldur í brotsteiginum, og Símun sendi brotssparkið í málið.

Sum seinni hálvleikur leið kom KÍ til nógvar kjansir. ÍF hevði ein fríleypara eftir mistak í verjuni, og eitt skot úti frá mátti Teitur sláa á tvørstongina og út. Málmaðurin hjá ÍF, Andras Gango, bjargaði fleiri ferðir sínum liði við frálíkum bjargingum – millum annað eftir royndir frá Heðin á Lakjuni, Kristian á Lakjuni og Tórður Lervig.

Eitt mál kom tó afturat, og tað skoraði innskifti Ári Samson eftir trunkaspæl í brotsteignum.

Næstu ferð KÍ fer á vøllin, verður tað í steypadystinum ímóti Fram ella Undri í Havn. Tað verður Skírisdag.

KÍ-ÍF 2-1 (1-1)
0-1
1-1: Símun Joensen, br.
2-1: Ári Samson

KÍ: Teitur Gestsson – John Hammer, Ovi Nysted, Milic Curcic, Harley Bertholdsen – Álvur Christiansen (Ári Samson, 78.), Símun Joensen, Kristian á Lakjuni, Anderson (Tórður Lervig, 72.), Heðin á Lakjuni – Rodrigo (Leon Bjartalíð, 65.)