Sera spennandi var í “Klaksvík National”, har hæddarpunktið var, tá ið Pauli Ø. Mohr úr FS og Kristian Olsen úr Ægi dystaðust um gullið í 50m frí hjá monnum.
Kristian Olsen úr Klaksvík hevur í eina tíð átt metið sum Føroya skjótasti svimjari á teininum 50 metrar frísvimjing við tíðini 23,97 sekund, og eftir ta spennandi og øðrvísi svimjikappingina, “Klaksvík National 2008”, í Klaksvíkar Svimjihøll síðsta vikuskiftið eigur hann framvegis metið.
Í løtuni venur Kristian ikki, og tað hevur hann heldur ikki gjørt í eina tíð, men hann hevði tó meldað til at luttaka í Klaksvík National.
Tí var spenningurin stórur í svimjihøllini, hvussu Kristian nú fór at klára seg í kappingini.
Høvuðs kappingarneytin hjá Kristiani á teininum 50m frí er Pauli Øssursson Mohr úr Fuglafirði, sum svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag (FS), og sum eisini hevur vant saman við Kristiani ta tíðina, tá ið Ægir og FS høvdu Petur Heðin á Fløtti sum felags høvuðsvenjara.
Teir báðir kennast tí væl, og higartil hevur Kristian havt munin á teininum 50m frí.
Men Pauli hevur ment seg nógv sum svimjari og telist nú avgjørt millum fremstu svimjiprofilar í landinum.
Pauli duldi heldur ikki fyri, áðrenn Klaksvík National kappingina, at hann ætlaði sær gullið á teininum 50m frí.
Í innleiðandi umførunum, sum vórðu svomin leygarmorgunin, hevði Kristian Olsen svomið óvæntað skjót, havandi í huga, at hann ikki hevur vant í so rúma tíð.
Spenningurin var tí sera stórur, tá ið finalurnar stóðu á skránni leygarkvøldið, og sum tað nærkaðist finaluni í 50m frí, gjørdust kappsvimjararnir báðir sera stillir og konsentreraðir – tað var týðiligt, at teir vóru 100% savnaðir um uppgávuna.
Munurin á teimum báðum, Kristiani og Paula, var tó tann, at meðan Pauli luttók í flestu av hinum kappingargreinunum, so var Kristian bara við til hesa einu, 50m frí.
So kom løtan, tá ið 50m frí finalan átti tørn, og svimjararnir komu marsjerandi inn aftur við ljós-showi og lívligum, rútmiskum tónleiki.
Fólkið stúgvaðist saman um hylin, so gjørdist kvirt, meðan øll eygu vóru vend móti høvuðspersónunum, sum stóðu á hvør sínum startpalli, lið um lið, miðskeiðis í sunnara enda av kappingarhylinum.
– Take you mark!! Rópti startdómarin og lat startskotið ljóða, og í somu løtu hingu allir seks finalistarnir í leysum lofti út frá startpallunum og brustu so niður í vatnið.
Kristian Olsen fekk tann besta startin, og teir fyrstu 25 metrarnar legði hann seg nakað fram um hinar.
– Harraud ikki Kristian! Lat í einum áskoðara.
– Tað veit denn, er hann fremstur!
So vendu teir í hinum endanum við Kristiani á odda og Paula beint í hølunum á honum.
Nú mátti Pauli sláa til, um hann skuldi fáa Kristian aftur, og tað gjørdi hann eisini.
Hann visti, at klaksvíkingurin ikki var í fullgóðari venjingarstøðu, og at orka hansara tí fór at ganga undan móti endanum av teininum. Tí ráddi um hjá Paula at blíva við og við og við heilt til tað allar síðsta takið.
Treisknið og úthaldnið hjá Paula Ø. Mohr góvu hesaferð úrslit, tí í sjálvum tí síðsta takinum fekk hann Kristian Olsen aftur, soleiðis at teir báðir numu við automatiska tíðtakaran í sama hundraðparti av sekundi!!
Í einum óløgi komu teir á mál, og so stardu teir saman við øllum hinum upp á tíðtakaratalvuna, og mín sann um ikki tíðin 24,64 sekund stóð skrivað 2 ferðir, bæði fyri nr. 1 og nr. 2, ovast á talvuni – teir vóru so púra javnir á fyrstaplássi.
Í slíkum løtum kunnu fyriskipararnir prísa seg lukkuligar fyri at hava eina automatiska tíðtakaraskipan, tí hóast persónarnir, sum taka tíð, eru dugnaligir, so mundi uppgávan í hesum førinum vera rættiliga trupul at avgreiða við mannaeygum og -hondum.
Meðan fólk ynsktu teimum báðum kappsvimjarunum tillukku við felags sigrinum, varð hesin endaspurturin vístur fleiri ferðir umaftur á stórskerminum, har áskoðararnir fingu høvi til at staðfesta, at teir báðir, Kristian og Pauli, komu á mál so púra javnir.
Soleiðis bar tað á, at tveir av okkara allar skjótastu svimjarum á teininum 50m frí blivu púra javnir á fyrstaplássi, og teir stóu tí báðir á tí ovasta sigursskamlinum og fingu hvør sín gávukekk á Kr 150,- sum var sponsoreraður av fyritøkuni Skarðhamar.
Á triðjaplássi kom Kári á Høvdanum, sum annars eisini er ein av Føroya allar bestu svimjarum og suverent bestur í ryggsvimjing, har hann er á altjóða støði. Tíð hansara á hesum teininum var 26,73 sekund.




