Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Haraldssundshvalurin kanska ikki sæddur her fyrr

Oliver Joensen

Fyri at kunna okkum nærri vendu vit okkum til Doretu Bloch á Umhvørvisstovuni. Hon sigur, at hetta kanska er ein heilt sjáldsamur hvalur.

Hvalurin, sum vit avmyndaðu sunnanfyri byrgingina í Haraldssundi, kann væl fara at vera eitt hvalaslag, ið ikki áður er skrásett í Føroyum.
Tá Dorete Bloch hevði sæð myndirnar, segði hon okkum, at hon var samd um, at hatta onki hevði við nýsu ella springara at gera. Eg haldi kanska at hatta er ein Dwarf Sperm Whale, ið onki navn hevur á føroyskum og heldur ikki á donskum, og er tað tað, so er tað eisini ein sensatión í tann máta, at vit ikki hava skrásett handan hvalin í Føroyum fyrr.
Um so er, so er ikki talan um nakran hvølp, men ein fullvaksnan hval, tí hetta slagið verður ikki størri enn umleið 2 metrar.
Vit heita tí á Norðoyingar um at lata hvalin fáa frið. Doreta sigur, at hon kemur norður eftir ímorgin at hyggja at hvalinum.