Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. umfar í steypakappingini: Fram-KÍ 1-4 (0-2): Jósup Henriksen góða byrjan í KÍ-álopinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Jósup var ikki við frá byrjan, men kom inn í KÍ-álopið, tá ið Heðin tíðliga í dystinum mátti út við skaða, og hann brúkti sín møguleika væl við 2 málum og við at vinna brotssparkið, sum gav triðja málið.

Samanumtikið var lítil ferð á spælinum, tá ið Fram og KÍ møttust í Gundadali leygardagin, og ivaleyst var ein orsøk til lágu leikferðina, at Fram spælir í trið bestu deildini, 2. deild, har tempo og fótbóltsstøðið sum heild sjálvandi ikki er á sama støði sum í Formuladeildini.

Yvirhøvur funnu KÍ-leikararnir ikki serliga væl hvønn annan, sum kanska skyldaðist, at liðið manglaði nakrar av lyklaleikarunum. Eitt nú hevði Símun Joensen leikbann (frá í fjør), Jan Andreasen og Rodrido vóru skaddir.

KÍ hevur skift rímiliga nógv út í hópinum síðan í fjør, sum sjálvandi gevur nýggjum monnum møguleikan, og tá ið so hópurin verður skerdur av skaðum v.m., fáa enn fleiri ungir høvi at royna seg.

Millum leikararnar, sum royndust væl hendan dystin, kunnu nevnast Harley Bertholdsen, Jósup Henriksen og Kristian á Lakjuni.

Eisini tveir av ungu leikarunum, Tórður Lervig og John Hammer, vunnu nógvar bóltar og stríddust manniliga.
Tórður hevur leiklutin sum stríðsmaðurin og bóltvinnarin á miðvøllinum. Avleveringarnar eru ikki altíð eins góðar, men tað er sjálvandi nakað, sum kann mennast. Hinvegin vinnur hann nógvar bóltar, sum hevur stóran týdning fyri liðið.

Ein annar av ungu KÍ-leikarunum er álopsleikarin Jósup Henriksen. Hesin dysturin var eitt dømi um, at hann hevur evnini til at vera á rætta staðnum til at skora mál.
Sum støðan er í løtuni, tykjast álopsleikarar at vera ein mangulvøra í føroyskum fótbólti yvirhøvur, og tað er eisini galdandi fyri KÍ.
Eitt annað merkisvert í hesum dystinum var tað góða samanspælið millum Kristoffur Jakobsen og Jósup Henriksen. Eitt nú átti Kristoffur uppleggið til 2-0 málið, sum Jósup gjørdi.

Hvussu útlendingarnir hjá KÍ fara at roynast í ár er ov tíðliga at siga enn.
Í hesum dystinum tyktist Curcic góður, og væntandi fer hann at roynast væl. Hann samskiftir nógv við sínar viðleikarar, og tað er í øllum førum nakað, sum manglar í KÍ-liðnum.

Bjarni Jørgensen byrjaði á bonkinum, og sambært KÍ-heimasíðuni var tað fyri at spara hann. Annars spældi Bjarni sera væl, og ein má tí ganga útfrá, at hann er ein av teimum fyrstu 11 hjá KÍ, um ikki skaðar darva.

EB/Streymur – KÍ
týsdagin 25. mars

Nú frættist, at FSF hevur gjørt av, at 2 fjórðingsfinalur skulu spælast 2. páskadag og 2 skulu avgreiðast dagin eftir, tvs. týsdagin tann 25. mars.

Dystirnir: B71–AB og HB–TB verða spældir 2. páskadag klokkan 15:00.

Dystirnir: EB/Streymur-KÍ og 07 Vestur-B36 verða spældir týsdagin 25. mars klokkan 16.30.


www.ki.fo skrivar annars
hetta um dystin Fram-KÍ:

KÍ loysti fyrstu uppgávuna

KÍ vann tryggan sigur á Fram í fyrsta steypadystinum í ár. Nú bíðar EB/Streymur í fjórðingsfinaluni

KÍ hevði bóltin meira enn Fram allan dystin, og KÍ skapti eisini eina ørgrynnu av kjansum. Ov fáir av hesum kjansum vórðu umsettir til mál, men tað snúði seg fyrst og fremst um at vinna dystin – ikki endiliga at vinna stórt.

Heðin á Lakjuni byrjaði í álopinum, men hann noyddist út longu eftir 18 minuttir við skaða. Jósup Henriksen kom á vøllin fyri hann, og tað gingu bert tríggir minuttir, so hevði Jósup skorað. Og hann økti til 2-0 eftir 36 minuttir. Langt var ímillum royndirnar hjá Fram á KÍ-málið, men teir á heimaliðnum royndu seg fleiri ferðir við skotum.

Í seinna hálvleiki økti KÍ upp í 3-0 og 4-0, og báðu ferðirnar var tað Kristoffur Jakobsen, sum skoraði. Fyrst setti hann brotsspark í málið, eftir at Jósup var feldur av málmanninum, og so rann Kristoffur ígjøgnum Fram-verjuna, fram við málmanninum og setti bóltin í málið til 4-0. Fram minkaði um munin góðar fimm minutttir fyri tíð.

KÍ manglaði fleiri av sínum spælarum til hendan dystin. Jan Andreasen, Símun Joensen og Anderson vóru ikki við, og smáskaddir Bjarni Jørgensen og Rodrigo vóru spardir og sótu á beinkinum. Harafturat noyddist Heðin á Lakjuni at gevast eftir 18 minuttir.

KÍ hevur við hesum sigrinum vunnið seg í fjórðingsfinaluna, sum verður á útivølli ímóti EB/Streymi. Enn er ikki avgjørt, nær hesin dysturin verður spældur.

Fram-KÍ 1-4 (0-2)
0-1: Jósup Henriksen, 22.
0-2: Jósup Henriksen, 36.
0-3: Kristoffur Jakobsen, br., 73.
0-4: Kristoffur Jakobsen, 78.
1-4: Jørgen Meiltelberg, 83.

KÍ: Jákup Mikkelsen – John Hammer, Ovi Nysted, Milic Curcic, Harley Bertholdsen – Leon Bjartalíð, Kristan á Lakjuni (Bjarni Jørgensen, 67.), Tórður Lervig, Álvur Christiansen (Jógvan Isaksen, 75.) – Kristoffur Jakobsen, Heðin á Lakjuni (Jósup Henriksen, 19.)