Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður sigur at Tórbjørn ikki kann lastast fyri at landi møguliga missir pening uppá Napoleon

John William Joensen

og sigur at veðhaldini hjá landskassanum í veruleikanum vóru mist áðrenn Tórbjørn Jacobsen gjørdist reiðari hjá Napoleon.

Upprit um gjøgnumgongd av málinum viðvíkjandi Torbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í sambandi við Konghavnar Útgerðarfelag

Endamálið var at finna út av, um tað eru sannlíkindi fyri, at Torbjørn Jacobsen tilvitað hevur selt sær sjálvum partabrøv í p/f Atlanskolvetni til undirprís, umframt hvørt tað er forsvarligt, at persónur, ið eigur part í felagi, ið skyldar landinum munandi upphæddir, situr í embæti sum landsstýrismaður.

Gjøgnumgongd
Málið er gjøgnumgingið grundað á niðanfyri nevnda tilfar og samrøður:

Roknskapir

Grannskoðaraprotokollir

Keypssáttmáli um partabrøvini í p/f Atlanskolvetni

Váttan um skráseting av eigaraskifti v.m.

Tekningarkursir hjá p/f Atlanskolvetni í mars 1998, oktober 1999 og desember 2004.

Frágreiðing frá Torbjørn Jacobsen

Lýsing av nýtekning av partapeningi, herundir prospekti

Dagbløð í tíðarskeiðnum september til desember 2004

Samrøður við Wilhelm Petersen, stjóra í p/f Atlanskolvetni, Bjørn á Heygum, sakførara hjá Torbjørn Jacobesen, Peter Holm, fyrrverandi stjóra í Kaupting, ið stóð fyri at gera prospektið

Lýsing av málinum
Tórbjørn Jacobsen hevur umvegis advokat latið frágreiðing um landskassalán hjá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag og eina frágreiðing um felagsins sølu av partabrøvum í p/f Atlanskolvetni til Tórbjørn Jacobsen og Jóan Jacob Jacobsen. Saman við frágreiðingini eru roknskapir, grannskoðaraprotokollir og onnur skjøl, sum hava tilknýti til landskassalánið, umframt keypssáttmálin um partabrøvini í p/f Atlanskolvetni.

Um landskassalánið hjá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag verður upplýst, at tað upprunaliga varð veitt til eigaran av fiskifarinum Ocean Castle, tá tað varð bygt á Skála Skipasmiðju í 1987. Lánið varð seinni lagt um til eitt rentu- og avdráttarfrítt studningslán sambært løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum, og skuldi vera niðurskrivað á 0 kr. í ár 2012.

Ætlanin við lógini frá 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum, var at niðurskriva lánini yvir eitt tíðarskeið. Lógin hevur fyrivarni um, at lánið ”vaknar uppaftur”, um skipið skiftir eigara. Hetta fyrivarni er í lógini fyri at forða fyri spekulatión, og at skipini vórðu seld av landinum við vinningi, uttan at landskassin fekk sítt.

Í september 2001 keypti p/f Kongshavnar Útgerðarfelag partapeningin í sp/f Slættafelli og p/f Borgarfelli, sum áttu fiskifarið Ocan Castle. P/f Kongshavnar Útgerðarfelag var formligi eigarin av fiskifarinum, sum broytti navn til Napoleon. P/f Kongshavnar Útgerðarfelag yvirtók eisini studningslánið frá landskassanum, sum framvegis var tryggjað við veðrætti í fiskifarinum.

Vegna kreppu í rækjuvinnuni varð Napoleon selt á tvingsilssølu í mars 2006 fyri 30 mió. kr. Keyparin var føroyskur. Av hesi orsøk kom lív í aftur stuðulslánið, og fíggjarliga støðan hjá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag versnaði munandi. Fyri at gera eina roynd at fáa p/f Kongshavnar Útgerðarfelag aftur á føtur, soleiðis at niðurskrivingin av stuðulsláninum kundi halda fram, varð 26. september 2006 søkt um at fáa loyvi at flyta nevnda lán yvir á annað fiskifar. Svar uppá hesa umsókn er enn ikki komið frá Fiskimálaráðnum, hóast áminningar eru latnar.

Um keypið av partabrøvunum í p/f Atlanskolvetni frá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag verður upplýst, at Tórbjørn Jacobsen keypti tilsamans 500.000 kr. fyri kurs pari tann 4. november 2004, og at Jóan Jacob Jacobsen keypti tilsamans 500.000 kr. fyri kurs pari, eisini tann 4. november 2004. Eftir tí sum vit hava fingið upplýst, seldi P/f Kongshavnar Útgerðarfelag partabrøvini við bert einum endamáli, nevniliga at útvega likviditet til framhaldandi rakstur.

Hetta varð gjørt, tí tað eydnaðist ikki at fáa játtan um øktan rakstrarpening frá Føroya Sparikassa móti veðseting av hesum somu partabrøvum. Upplýst verður, at felagið longu á vári 2004 søkti Føroya Sparikassa um at víðka um rakstrarkredittin móti veðseting av partabrøvunum í p/f Atlanskolvetni. Sambært frágreiðingini fekk felagið á sumri 2004, eftir langa bíðitíð, at vita, at sparikassin vildi ikki játta ein kreditt, sum var ájavnur við nominella virðið á partabrøvunum upp á 1 mió. kr.

Vit hava sæð sáttmála, sum skjalprógvar, at upplýsingarnir um hvør er seljari, hvørjir eru keyparar, um søludag- og prís, eru sannar.

Harafturat hava vit sæð skjalprógv fyri, at partabrævasølan her skrásett 11. november 2004 hjá p/f Atlanskolvetni.

Grannskoðaður roknskapur fyri 2004 hjá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag vísir, at sølan er farin fram í 2004.

Eigarar av p/f Kongshavnar Útgerðarfelag eru Jóan Jacob Jacobsen, Tórbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum.

Meting av málinum
Við at gjøgnumganga dagbløð í tíðarskeiðnum september-desember 2004, umframt at tosa við ymiskar viðkomandi persónar ber ikki til at staðfesta, at hægri kursurin á partabrøvunum hjá p/f Atlanskolvetni varð alment kendur, tá Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen. Hægri kursurin varð alment kendur 16. desember 2004, tá prospektið varð almannakunngjørt.

Viðvíkjandi studningsláninum frá landskassanum til p/f Kongshavnar Útgerðarfelag sæst, at tað er heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum hjá landsstýrinum at loyva eigara, um fiskifarið er selt, at halda fram við niðurskrivingini av stuðulsláni við veð í fiskifari, ið verður útvegað innan 1 ár eftir søludagin.

Hóast p/f Kongshavnar Útgerðarfelag ikki hevur útvegað fiskifar, kann staðfestast, at felagið hevur sent Fiskimalaráðnum umsókn um hetta, áðrenn nevnda freist gekk út. Staðfestast kann, at nevnda umsókn enn ikki er svarað. Talan er tí ikki um falna skuld.

Vísir tað seg, at p/f Kongshavnar Útgerðarfelag ikki fær játtandi svar uppá umsóknina, hevur felagið eina falna skuld til landskassan upp á 41.435.000,62 kr.

Hendan støða vil hava við sær, at Tórbjørn Jacobsen eigur part í einum partafelag, sum skyldar landinum eina stóra peningaupphædd, samstundis sum hann situr í embæti sum landsstýrismaður.

Roknskapurin hjá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag fyri 2006 vísir, at felagið hevur eina negativa eginogn uppá umleið 12 mió. kr. Orsøk er tí til at halda, at felagið verður ikki ført fyri at rinda sína skuld til landskassan, um umsóknin ikki verður játtað.

Um hugt verður at, hvussu p/f Kongshavnar Útgerðarfelag er komið til at skylda landskassanum hesa upphædd, sæst av frágreiðingini, at tað var ikki p/f Kongshavnar Útgerðarfelag sjálvt, sum stovnaði skuldina, men annar eigari, meðan hann átti fiskifarið Ocean Castle, sum seinni fekk navnið Napoleon.

Tá p/f Kongshavnar Útgerðarfelag seinni keypti partabrøvini í fyrrverandi eigarafeløgunum fylgdi fiskifarið við í keypinum, sum partur av undirliggjandi ognunum. Áliggjandi skyldan móti landskassanum – stuðulslánið – sum longu frammanundan var tyggjað við veð í Napoleon, fylgdi eisini við.

Vert er at geva gætur, at studningslánið við veð í skipinum, varð veitt til fyrrverandi eigararnar við heimild í løgtingslógini frá 1997 um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum. Við hesum varð frá almennari síðu ásannað, at fyrrverandi eigararnir ikki megnaðu at forsvara hetta lán, og at skipið longu tá stóð fyri at fara á tvingsilssølu, um studningslánið ikki varð veitt.

Til ber tí at siga, at landskassin í roynd og veru misti peningin, tá studningslánið varð veitt fyrrverandi eigarunum.
Soleiðis sum tilgongdin hevur verið við studningslánium við veð í fiskifarinum Ocean Castle, seinni Napoleon, tykist ikki vera orsøk at halda, at Tórbjørn Jacobsen beinleiðis ella óbeinleiðis kann dadlast fyri, at landskassin møguliga kemur at hava eitt tap.

Í hesum sambandi er vert at leggja sær í
geyma, at Tórbjørn Jacobsen hevur ikki verið skuldari mótvegis landskassanum ella veitt persónliga trygd fyri studningsláninum.

Mett verður tí ikki, at nøkur løgfrøðilig forðing er fyri, at Tórbjørn Jacobsen situr sum landsstýrismaður, hóast hann eigur part í p/f Kongshavnar Útgerðarfelag.

Forsøgan hjá studningsláninum og tilgongdin annars, síðan studningslánið varð veitt, gevur heldur ikki høvi til at halda, at Tórbjørn Jacobsen er óegnaður at sita sum landsstýrismaður.

Niðurstøður
Onki bendir á, at hægri kursurin á partabrøvunum hjá p/f Atlanskolvetni varð alment kendur, tá Kongshavnar Útgerðarfelag í 2004 seldi partabrøv síni til m.o. Torbjørn Jacobsen.

Mett verður ikki, at nøkur løgfrøðilig forðing er fyri, at Tórbjørn Jacobsen situr sum landsstýrismaður, hóast hann eigur part í p/f Kongshavnar Útgerðarfelag.

Forsøgan hjá studningsláninum og tilgongdin annars, síðan studningslánið varð veitt, gevur heldur ikki høvi til at halda, at Tórbjørn Jacobsen er óegnaður at sita sum landsstýrismaður.

Tórshavn, 19. mars 2008.
Marjun Hanusardóttir
Petur Alberg Lamhauge
Jógvan Amonsson
Eyðfinnur Jacobsen