Eurostar er jarnbreytarleiðin, sum fyrst og fremst bindur saman London og Paris.
Men eisini aðrir býir sum Lille í Fraklandi og Bruxelles í Belgia fáa gagn av hesi jarnbreytini. Eisini ber til at fara beinleiðis úr London til Disneyland uttan fyri Paris. Leiðin gongur undir Ermarsund.
Hesa leiðina koyra fleiri tok við 18 vognum og koyra tey upp í 300 kilometrar í tíman. Leiðin byrjaði í 1994, men fyrstu tíðina var bert klárt fraklandsmegin, men í november 2007 var leiðin liðug til London, og fráferðin í London varð flutt frá Waterloo til St. Pancras støðina, eftir at henda støðin varð endurnýggjað fyri 9 milliardir krónur.
Tað var í 1986 at tankin um at gera eitt samband undir Ermarsund millum Bretland og meginlandið varð veruleiki. Leiðin skuldi umfata bæði ferðafólkaflutning eins og farmaflutning. Tað vóru Bretland, Frakland og Belgia, sum settu ein arbeiðsbólk at taka sær av tiltakinum.
Upprunatankin var at samanbinda býir norðan fyri London, sum Manchester, Glasgow, Newcastle o. a við meginlandið. Men tá lágprísflogførini komu í 1990unum, so var henda hugsan slept, tí tað fór at taka einar 9 tímar úr Glasgow við tokinum til Paris, og har kundi henda leiðin ikki kappast við flogførini.
Arbeiðsbólkurin kom til tað niðurstøðu, at best var at nýta fronsku TGV jarnbreytartøknina. Hetta eru sera skjóttgangandi el-tok. Tað vórðu gjørdar sera nógvar royndir. Eina tíð høvdu teir trupulleikar av, at tokini vóru útgjørd soleiðis, at tey av sær sjálvum brutu streymin av, og tað hendi alt ov ofta uttan orsøk. Men trupulleikarnir vórðu loystir 14. november 1994, og Eurostar byrjaði at koyra millum Waterloo støðina í London og Paris og Bruselles. Fráferðir frá Ashford (støð suðuri í Kent) byrjaði í 1996. Alla tíðina hava verið gjørdar ábøtur, og í 1997 varð tíðin millum London og Bruxelles styttur við við 4-10 minuttum.
Sum sagt, so var ikki klárt á leiðini millum London og Ermasund beinanvegin. Men í 2003 var fyrsti parturin av háferðar breytini liðugur, og hetta stytti tíðina við 21 minuttum, so nú tók teinurin London Paris 2 tímar og 35 minuttir.
Stutt áðrenn teir opnaðu háferðar leiðina, so varð ein serlig ferðmáting gjørd millum London og Paris. Tann 4. september 2007 fór eitt tok úr Gare du Nord í Paris móti London og kom til St. Pancras 2 tímar 3 minuttir og 39 sekund seinni.
Tað var ein fransmaður, sum koyrdi tokið til Ermarsund og ein breti tók yvir og koyrdi tað gjøgnum Bretland til London.
Tann 20 september 2007 var aftur met sett, tá tokið koyrdi 1 tíma og 43 minuttir frá Bruxelles til St. Pancras. Nú koyrir Eurostar eins skjótt og tey kviku fronsku og belgisku tokini, og vanliga tíðin fyri beinleiðis ferðina millum London og Paris er nú 2 tímar og 15 minuttir.
Hesi seinastu árini hevur verið kannað, hvussu regluliga Eurostar koyrir, og hóast tað hevur verið eitt sindur skiftandi, so hevur Eurostar koyrt meira enn 91,5% av tíðini hevur tokið verið til ásetta tíð.
At enda kann nevnast, at undir Ermarsund eru tríggir tunlar, tveir tunlar til ferðslu og ein er neyðútgongd. Persón- og farmabilar verða fluttir á jarnbreytarvognum.




